04.02.2019 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Broytingar í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg til hoyringar

Broytingar í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg til hoyringar

Uttanríkis og vinnumálaráðið hevur sent tvey lógaruppskot um broytingar løgtingslóg um parta- og smápartafeløg til ummælis.

Talan er um:

  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Skráseting av veruligum eigarum)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og í vinnufyritøkulógini (Striking av handhavapartabrøvum)

Lógaruppskotini eru at finna á hoyringsportalinum hjá Føroya landsstýri.

Ummælisfreistin er 12. februar.