07.10.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Broytingar í skránni fyri vitjanini hjá danska uttanríkisráðharranum
![Broytingar í skránni fyri vitjanini hjá danska uttanríkisráðharranum](https://landsstyri.cdn.fo/savn/14394/jeppekofod.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.49666666666666665,0.17444444444444446&rmode=crop&t=34549884&s=HsN7L3ofUhQWhXag4B1DSQKf3gs)
Vegna ring floglíkindi eru broytingar í skránni fyri vitjanini í Føroyum hjá danska uttanríksráðharranum, Jeppe Kofod.
Í hesum sambandi verður tíðindafundur við Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum og Jeppe Kofod, uttanríkisráðharran í Salinum í Tinganesi kl. 15.00.
(Gev gætur, at tíðindafundurin er fluttur til kl. 15)