18.08.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Carla Sands í Føroyum

Carla Sands í Føroyum
Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, er í hesum døgum á síni fyrstu vitjan Føroyum.
Mánadagin og týsdagin eru virkisvitjanir og fundir við føroyskar myndugleikar á skránni. Millum annað hittir hon Poul Michelsen, landsstýrismann, seinnapartin týsdagin. 
Carla Sands fer av landinum aftur mikudagin.