11.06.2017 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Danski uttanríkisráðharrin kemur til Føroyar

Í morgin mánadagin 12. juni kemur danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, til Føroyar á árliga fundin við landsstýrismannin í uttanríkismálum.

Á skránni fyri fundin er sínámillum kunning um politisku støðuna, og landsstýrismaðurin og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera áleikandi uttanríkispolitisk mál, m.a. ynski hjá landsstýrinum um at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina, málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum og arktiska samstarvið.

Aftaná fundin verður tíðindafundur. Tíðindafundurin verður kl. 16.15 umborð á Brimli, ið liggur við kai við Farstøðina í Tórshavn.

Á ferðini skal danski uttanríkisráðharrin eisini hava fund við Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Danski uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur týsmorgunin.

Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva, tlf. 551028, palln@uvmr.fo