13.04.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, til Føroyar
![Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, til Føroyar](https://landsstyri.cdn.fo/savn/18082/lars-loekke-rasmussen-v02-1.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=lJoxY9M5N-wIjn7ZT1imKzpxIl4)
Seinnapartin í dag 13. apríl kemur danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen til Føroya.
Í kvøld hittir hann limirnar í Løgtingsins uttanlandsnevnd. Kl. 10 fyrrapartin í morgin verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Lars Løkke Rasmussen.
Í morgin 11:45 verður tíðindafundur í Tinganesi, har fjølmiðlarnir eru vælkomnir.