06.10.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Danski uttanríkisráðharrin til Føroyar

Danski uttanríkisráðharrin til Føroyar

Hósdagin 7. oktober kemur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, til Føroyar.

Seinnapartin hósdagin hava Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum og Jeppe Kofod fund í Tinganesi. Á skrá fyri fundin er m.a. viðurskiftini millum Føroyar og ES, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.

Fríggjamorgunin kl. 9 hava Jenis av Rana og Jeppe Kofod tíðindafund í Salinum í Tinganesi.

Fríggjadagin skal danski uttanríkisráðharrin hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd. Eisini verður vitjað hjá Bakkafrosti á Glyvrum.

Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur fríggjadagin seinnapart.