![Danski verjumálaráðharrin til Føroyar](https://landsstyri.cdn.fo/savn/18097/lund_poulsen_16.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.51,0.37861915367483295&rmode=crop&t=1506&s=hoBK8q4yOD7pbrk6TKcbjWls4Ik)
Mánadagin, 17 apríl, vitjar danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen í Føroyum. Mánamorgunin verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og danska verjumálaráðharran.
Í hesum sambandi verður tíðindafundur í Tinganesi mánamorgunin kl. 9.15.
Mánamorgun hittir verjumálaráðharrin somuleiðis Løgtingsins Uttanlandsnevnd.
Mynd: Les Kaner