17.09.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Ferðandi vinnuframsýning í Íslandi

Ferðandi vinnuframsýning í Íslandi

Hesa vikuna fara 13 føroyskar veitingarfyritøkur á rundferð í Íslandi. Sendistovan í Reykjavík skipar fyri og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, stendur á odda fyri ferðini.

Í morgin verður vitjað í Reyðarfirði á Eysturlandinum, mikudagin á Akureyri á Norðurlandinum og hósdagin í Ísafirði á Vestfirðum. Í hvørjum býi fáa fyritøkurnar, sum eru við, høvi at sýna fram vørur, loysnir og tænastur fyri møguligum íslendskum kundum og samstarvsfeløgunum.

Talan er fyri tað mesta um fyritøkur, sum veita vørur og tænastur til fiskivinnuna og vaksandi alivinnuna í Íslandi.

Tað hevur verið stórur áhugi fyri framsýningini – nógvar íslendskar fyritøkur hava boðað frá luttøku, umframt at borgarstjórarnir og vinnulívsfeløgini í teimum trimum býunum eisini taka lut.

“Fiskivinnan fyllir nógv í íslendska búskapinum og alivinnan í stendur í vøkstri. Tí er hetta eitt spennandi høvi hjá føroyskum veitarum, sum longu nú á fleiri økjum ganga á odda, at knýta nýggj sambond og kanna møguleikarnar fyri at sleppa inn á íslendska marknaðin,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Tær trettan føroysku fyritøkurnar, sum verða við eru:

Aquamed.fo, Berglon, El-talvuvirkið í Gøtu, Føroya Bjór, Hdygd, KJ Hydraulik, KSS, LookNorth, Nomatek, Primafisk, Rock-Trawl-doors, Vest Pack og Vónin.