10.05.2022 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Fiskaaling vertur fyri altjóða rástevnuna Sea Lice Conference

Fiskaaling vertur fyri altjóða rástevnuna Sea Lice Conference
1 / 2

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, setti í morgun stóru ráðstevnuna, 13th International Sea Lice Conference, sum er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.

Á ráðstevnuni hittast heimsins fremstu granskarar fyri at leggja fram og umrøða nýggjastu granskingina innan lús og tað verða fleiri enn 60 ymiskir fyrilestrar á ráðstevnuni.

Lúsin er ein av størstu avbjóðingunum yvirhøvur í alivinnuni. At tálma lúsini krevur tvørvísindaligt samstarv um landamørk. Neyðugt er við nýggjastu og bestu vitanini um lívfrøði og genetikk, havfrøði, skipanir til at basa lýs og stýrisskipanir til at fyribyrgja at lúsin breiðir seg. Lond og feløg, sum ala fisk, eru harðir kappingarneytar, men tá ið tað snýr seg um at granska og at finna loysnir til at basa hesum stóra trupulleikanum, eru vit øll starvsfelagar, helt Magnus Rasmussen fyri. Eisini takkaði landsstýrismaðurin Fiskaaling fyri tað stóra vísindaliga arbeiðið, sum tey gera hvønn dag, og fyri tað stóra takið at skipa fyri hesari stóru ráðstevnuni. 

Ráðstevnan verður til og við hósdagin. Umframt nógvu fyrilestrarnar í Norðurlandahúsinum, fara luttakararnir eisini at vitja føroysku alivinnuna á firðunum og á landi.