Sendistovur Føroya í London og Reykjavík skipa fyri flaggdagshaldi á flaggdegnum, 25. apríl.
Sendistovan í London skipar í ár fyri flaggdagshaldinum í Edinburgh. Móttøkan verður hildin í Edinburgh City Chambers á Royal Mile. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, ber fram røðu, og Leif Sørensen borðreiðir við føroyskum ábiti. Somuleiðis fer viðurkendi føroyski trombonspælarin, Dávur Juul Magnussen, at framføra saman við Glasgow University Chapel Choir.
Addressan er 253 High Street. Dyrnar lata upp kl. 18:00.
Neyðugt er at melda seg til umvegis eina tilmeldingarleinkju, sum fæst við at senda teldupost til london@ummr.fo.
Freistin at melda seg er 15. apríl. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sendistovan í Reykjavík skipar fyri hátíðarhaldi í listasavninum Kjarvalsstaðir í Reykjavík. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, ber fram røðu, og føroyska tónlistakvinnan Døgg Nónsgjógv, framførir við egnum løgum. Føroyskt ábit verður at fáa. Til tiltakið verður somuleiðis lutakast um eina vikuskiftisferð til Føroya.
Addressan er Flókagata 24, 105 Reykjavík. Tiltakið er frá kl. 16:00-18:00.
Neyðugt er at melda seg til á reykjavik@mfa.fo.
Freistin at melda seg er 18. apríl. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið