21.08.2017 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Føroyar á breddan á Norðuratlantsbryggjuni

100 donsk sendifólk hava í kvøld verið til móttøku á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og grønlendska starvssystir hansara, Suka Fredriksen, vóru samvertir fyri móttøkuni. Endamálið var at kunna donsku sendifólkini um, hvat rørir seg í føroyska og grønlendska samfelagnum, í politiska landslagnum og á vinnuliga økinum.

Landsstýrismaðurin greiddi frá politisku ætlanunum hjá landsstýrinum viðvíkjandi uttanríkisøkinum, fiskivinnunýskipanini og búskaparpolitikki.

Kári Holm Johannesen, sum starvast á Hagstovuni, vísti á góðu gongdina í fólktalinum, á framgongdina búskapinum og vøksturin í útflutningi seinastu árini. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, legði fram um føroyskt vinnulív í altjóða høpi – bæði á møguleikarnar og tær avbjóðingar, sum stinga seg upp, tá føroyskar fyritøkur royna seg uttanfyri landoddarnar.

“Móttøkan var eitt gott høvi at økja um vitanina hjá donsku sendifólkunum um føroysk viðurskifti. Í teimum londum, vit ikki sjálvi eru umboðað, samstarva vit við donsku sendistovurnar millum annað í arbeiðinum at vinna Føroyum betri handilssømdir við onnur lond,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Fyri móttøkuna hitti Poul Michelsen eisini danska uttanríkisráðharran Anders Samuelsen. Teir umrøddu millum annað Brexit og føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum vísti eini danska starvsbróðri sínum á tørvin at broyta uttanríkispolitisku lógina, so Føroyar fáa víðari heimildar at virka í uttanríkispolitikki.

“Við verandi lóg fáa vit ikki røkt okkara uttanríkispolitisku áhugamál á fullgóðan hátt. Vit hava til dømis ikki sjálvstøðugan limaskap í fiskiveiðifelagsskapum, og eru avmarkað í okkara møguleikum at gerast sjálvstøðugur partur av altjóða sáttmálum,” sigur Poul Michelsen.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum kunnaði um føroyskt vinnulív

Kári Holm Johannesen frá Hagstovuni greiddi millum annað frá um fólkavøksturin seinnu árini.

Suka Fredriksen, grønlendsk landsstýriskvinna, og Poul Michelsen vóru samvertir fyri móttøkuni.