24.09.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Føroyar í norðurlendskum UNESCO samstarvi

Føroyar í norðurlendskum UNESCO samstarvi

Føroyska UNESCO tjóðarnevndin og umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið hava í vikuni verið á fundi í Ålesund, har norðurlendsku UNESCO tjóðarnevndirnar hava umrøtt altjóða samstarvið innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.

Norðurlendska samstarvið í UNESCO er við til at styrkja støðuna hjá Norðurlondum í UNESCO, og norðurlendska samstarvið hevur tí eisini týdning fyri Føroyar.

Á fundinum í Ålesund fyrireikaðu londini 41. UNESCO-aðalfundin, sum verður í París í november í ár. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki í UNESCO, og har umrøða heimsins lond politikk og átøk á útbúgvingarøkinum, vísindaøkinum, mentanarøkinum og samskiftisøkinum. Eisini verður umrøtt, hvussu UNESCO sum ST felagsskapur fæst at virka sum best.

Á mentanarøkinum verður eitt nú arbeitt við UNESCO sáttmálanum um verju av heimsins mentanar- og náttúruarvi, sonevndi heimarvssáttmálin. Á fundinum greiddu umboð úr Noregi frá arbeiðinum í altjóða nevndini fyri heimsarv, og vitjað varð í Geirangerfjorden, sum er á heimsarvslistanum. Umleið 900.000 ferðafólk vitja árliga Geirangerfjorden, og tí er neyðugt við serligum átøkum at verja náttúruna og bygdina innast í fjørðinum, har bert áleið 200 fólk búgva.

Felags norðurlendska innstillingin av norrøna súðubygda bátinum til UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv varð eisini umrødd. Føroyski báturin er við í umsóknini, og gongst sum ætlað, verður føroyski báturin fyrsti føroyski siðaarvurin á UNESCO-listanum. Umsóknin verður viðgjørd á fundi í Colombo á Sri Lanka í desember.

Á fundinum í Ålesund lýsti Armgarð Weihe, aðalskrivari í føroysku UNESCO nevndini, hvussu Føroyar hava arbeitt við UNESCO, og hvussu Føroyar hava skipað seg sum samfelag undir Covid-19.

Vegna Føroyar gav Armgarð Weihe norsku vertunum bókina, Havið, sum Listasavnið hevur givið út.

“Hetta er fyrstu ferð, at vit eru á norðurlendskum UNESCO fundi, og tað hevur stóran týdning fyri okkum í nevndini at hitta starvsfelagar úr hinum Norðurlondunum”, sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum og formaður í føroysku UNESCO nevndini. Tað er landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, ið setur føroysku UNESCO nevndina, og hann setti í desember 2020 føroysku UNESCO nevndina fyri tey komandi fýra árini.

Myndatekstur: Umboð fyri føroysku UNESCO-tjóðarnevndina og Uttanríkis- og mentamálaráðið á norðurlendskum UNESCO fundi í Ålesund. (Eilif Gaard, stjóri Havstovan, Margretha Jacobsen, fulltrúi Uttanríkis- og mentamálaráðið, Herleif Hammer, stjóri Tjóðsavnið, Annika Smith, Landsbókavørður, Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri Uttanríkis- og mentamálaráðið og Armgarð Weihe, fulltrúi Uttanríkis- og mentamálaráðið.)