29.08.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Føroyar og Bretland marknaðarføra nýggjar leitimøguleikar tvørturum markið

Føroyar og Bretland marknaðarføra nýggjar leitimøguleikar tvørturum markið

 

Í sambandi við 31. bretsku útbjóðingina, sum lat upp 10. juli í ár, marknaðarføra Føroya Landsstýri og Jarðfeingi nú leitimøguleikar tvørturum føroyskt-bretska markið. Feløg, sum eru áhugað at leita í bretskum øki, kunnu nú eisini bjóða upp á leitiøki okkara megin markið, sum tey vænta við fyrimuni kunnu roynast saman.

Bretska olju- og gassstýrið, OGA, hevur tikið væl ímóti føroyska útspælinum, og hevur á Twitter víst á henda møguleikan sum Jarðfeingi nú letur upp fyri. Møguleikin at leita eftir, og vónandi at útvinna, kolvetni í einum størri øki, sum røkkur tvørturum markið, kann gera nýggjar leitingar munandi meira áhugaverdar hjá øllum pørtum.

Lesið meira á heimasíðuni hjá Jarðfeingi: http://jf.fo/olju-og-gassleiting/ymr/ og á www.oljan.fo

 

Myndatekstur: Kortið vísir “Open Door” økið, merkt við reyðum í føroyskum øki sunnanfyri