21.07.2017 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Føroyingur fingið skaða á Kos

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur í morgun fingið fráboðan um, at ein 20 ára gamal føroyingur er millum tey skaddu í jarðskjálvtanum á griksku oynni Kos í nátt. Maðurin er á sjúkrahúsi, men talan er ikki um álvarsligan skaða.

Tey avvarðandi hjá manninum eru kunnað.