
Landsstýrið tekur undir við fráboðanini, ið 30 lond hava undirritað, um at kríggið í Gasa má fáa ein enda beinanvegin.
Gongdin í krígnum er ørkymlandi og støðan í Gasa er hættislig. Nýggjastu uppskotini um at tvingsilsflyta íbúgvarnar í Gasa, høvdu verið brot á altjóða humanitera lóg. Samstundis gera umstøðurnar kring útvegan av neyðhjálp atgongdina til grundleggjandi veitingar lívshættisliga hjá neyðstøddum í Gasageiranum. Mett verður eisini, at uppskot um demografiskar broytingar í teimum hersettu palestinsku økjunum skerja grundarlagið fyri eini loysn við tveimum ríkjum. Somuleiðis sita gíslar framvegis í varðhaldi og eiga allir gíslar at verða treytaleyst leyslatnir alt fyri eitt.
Allir partar í vápnaðum stríði skulu halda altjóða og humanitera lóg, og taka øll neyðug stig til tess at verja sivil, undirstøðukervi og virksemi í økjum rakt av kríggi.
Føroya landsstýri tekur undir við áheitanini um eina skjóta, treytaleysa og varandi vápnahvíld.
Fráboðanin sæst her.