06.04.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Framløga av frágreiðingini ”Í góðum hondum”

Framløga av frágreiðingini ”Í góðum hondum”
1 / 7

Í dag var almenn framløga um frágreiðingina ”Í góðum hondum” í Norðurlandahúsinum.

Nógv fólk var komið saman, og høvið var at koma við spurningum og viðmerkingum eftir framløguna.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri, bjóðaði vælkomin, og síðani legði Heri á Rógvi frágreiðingina fram. Heri á Rógvi hevur saman við Guðny Vang verið samskipari í arbeiðinum at skriva frágreiðingina.

Til ber at lesa frágreiðingina her.

Allir áhugaðir partar, feløg v.m. eru vælkomin at lata inn møguligar viðmerkingar til frágreiðingina í seinasta lagi 17. mai 2022. Viðmerkingar verða saman við frágreiðingini latnar politisku skipanini, sum íkast til víðari arbeiði í fyrireikingini av átøkum, sum støða má takast til.

Á myndunum síggjast m.a. limir úr stýrisbólkinum. Hesi eru Bjarni Askham Bjarnason, Fíggjarmálaráðið, Eyðun Christiansen, Kommunufelagið, Heri á Rógvi, samskipari, Turid Arge, Heilsumálaráðið, Eyðun Mohr Hansen, Almannamálaráðið, Poul Geert Hansen, Uttanríks- og mentamálaráðið, Edvard Heen, Almannaverkið, og Steinar Eirkistoft, Sjúkrahúsverkið.