06.11.2020 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Gongd í haga - millum hagalóggávu og siðvenju

Gongd í haga - millum hagalóggávu og siðvenju

Málið um gongd í haga er bæði gamalt og nýtt. Hóast hagalóggávan frá heilt gamlari tíð hevur havt ógvuliga strangar reglur um gongd í haganum, hava vit í mong ár havt eina rótfesta siðvenju við at kalla fríari hagagongd. Men hesi seinastu árini er tað, sum fyri fáum árum síðan ikki var eitt mál, vorðið eitt mál, sum er farið at fylla alt meira.

Tann vaksandi ferðavinnan hevur fingið summar jarðareigarar og -brúkarar at tríva eftir girðingarlógini frá 1937, sum ásetur, at tað krevst heimild til at ganga í fremmandum haga aðrastaðni enn eftir beinari bygdagøtu. Við hesi lógini í hondini siga teir, at hjá teimum skal eingin í hagan uttan at rinda fyri atgongd. Men girðingarlógin leggur als ikki upp til, at eigarar og brúkarar skulu kunna loyva fólki í hagan í rekreativum ørindum. Hon sær hagan sum eitt tilfeingi undir landbúnaðarframleiðslu burturav og bannar allari gongd, sum ikki er heimilað í lógini. 

Spennið millum tær brádliga ákomnu gjaldskipanirnar og ta rótfestu siðvenjuna við at kalla fríari gongd í haganum er so vítt, at ilt er at fáa eyga á nakra semju, sum allir partar kunnu taka undir við. 

Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at finna eina loysn í samráð við avvarðandi áhugapartar, so at ferðavinnan fær støðugar og tryggar karmar at arbeiða undir, og tað er fallið í mín lut sum landsstýrismaður í náttúru-, landbúnaðar- og ferðavinnumálum at virka fyri eini skynsamari loysn. Eftir at eg havi arbeitt við málinum í eitt gott ár, eri eg komin eftir, at tað er ein fyritreyt fyri eini skynsamari loysn, at ymisk viðurskifti, sum ofta verða vavd saman, í útgangsstøðinum verða hildin atskild. Her hugsi eg serliga um tann grundleggjandi spurningin um rættin hjá almenninginum at hava atgongd at náttúruni øðrumegin og so serligar ferðavinnuavbjóðingar, náttúruvernd, landbúnað o.a. hinumegin. 

Saman við míni umsiting havi eg umrøtt málið við nógvar ymiskar partar kring landið, og tað er greitt, at spurningurin um sjálvan rættin hjá almenninginum at ferðast í náttúruni er meira grundleggjandi enn aðrir spurningar, sum støða eisini má takast til, skulu vit røkka eini skynsamari heildarloysn. Tí mugu vit, hóast talan eyðvitað er um umskarandi viðurskifti, taka eina greiða støðu til tann grundleggjandi spurningin um sjálvan gongurættin uttangarðs, áðrenn vit taka støðu til, hvussu leggjast skal upp fyri eitt nú ferðavinnuavbjóðingum og sambandinum millum gongd í haga og náttúruvernd og landbúnað. 

Nýggj ósemja

Tað er vert at geva gætur, at fyri heilt fáum árum síðan, áðrenn ferðavinnan veruliga tók dik á seg, sáddi nærum eingin iva um siðvenjuna at ganga í haganum. Hóast hagalóggávan ikki var dagførd, høvdu føroyingar sum aðrir norðurlendingar langt síðan tikið sær rætt at brúka náttúruna í frítíð og útilívi, og tey, sum varðaðu av jørðini, høvdu í høvuðsheitum tigandi latið sær hetta lynda. 

Hetta kom eitt nú til sjóndar í arbeiðinum við føroyskari stjórnarskipan. Tá ið farið varð undir arbeiðið um aldarskiftið, varð frá byrjan sett út í kortið, at stjórnarskipanin skuldi greiða ósamsvarið millum lóggávu og siðvenju, tá ið um gongd í haga ráddi. Líka frá tí fyrsta uppkastinum í 2001 til tað síðsta uppskotið til Stjórnarskipan Føroya í 2017 var ætlanin óbroytt: Í Føroyum skuldu vit hava hvørsmansrætt eftir norðurlendskum leisti og samsvarandi siðvenjuni, sum longu í heilt nógv ár hevði verið rótfest í Føroyum.   

Grundlógarnevndin ásannaði longu í 2001, at hvørsmansrætturin, sum nevndin skeyt upp at lógarfesta, ikki samsvaraði við galdandi hagalóggávu. Nevndin staðfesti samstundis, at hagi og fjøll í dag verða brúkt sum rekreativ øki, og at tað tí skal vera loyvt at ganga í haganum bara fyri at njóta náttúruna og styrkja seg til likams og sálar. Nevndin legði dent á, at hetta ikki skuldi vera náttúru, fenaði, fuglameingi, gróðri, gróti og øðrum til ampa. Hesum skuldu aðrar lógir og reglugerðir syrgja fyri, t.d. við at friða ávís øki ávísar tíðir á árinum.  

Frá tí at farið verður undir stjórnarskipanararbeiðið í 1999, og til uppskot til stjórnarskipan verður sent til ummælis í 2017, hómast sostatt eingin ósemja í tí politiska landslagnum um, at í Føroyum skal hvørsmansrættur lógarfestast.

Øll eiga fagurvirðið í náttúruni

Hóast rætturin hjá almenninginum at ferðast í náttúruni uttan forðingar og gjøld fáastaðni er so rótgrógvin og so høgt í metum sum í Norðurlondum, er ikki talan um eitt norðurlendskt fyribrigdi burturav.

Til dømis varð rætturin hjá almenningum at ferðast frítt í náttúruni lógarfestur í Sveis í 1907 og í Skotlandi í 2003. Eisini onnur lond, sum ikki hava hvørsmansrætt, sum vit kenna hann um okkara leiðir, eitt nú Ongland, Týskland og Eysturríki, hava lóggávu, sum í ymsan mun tryggjar almenninginum atgongd at náttúruni.

Hóast Danmark ikki sum hini Norðurlondini hevur hvørsmansrætt sum útgangsstøði, tryggja reglur í donsku náttúruverndarlógini almenninginum víðfevndan rætt at ganga í donsku náttúruni – eisini á privatari ogn – uttan forðingar og gjøld.

Orsøkin til, at Norðurlond vilja tryggja almenninginum bestu atgongd at náttúruni, er, at fagurvirðið í náttúruni eftir norðurlendskari náttúrufatan og náttúrusiðvenju er ein felagságóði, sum almenningurin skal kunna njóta frítt við neyðugum fyriliti fyri náttúruni sjálvari og virkseminum hjá jarðareigaranum. At ferðast og dvølja í náttúruni verður tí í Norðurlondum mett at vera ein grundleggjandi rættur, sum bara eigur at verða avmarkaður, tá ið vísast kann á, at skaðilig árin av týdningi standast av. Henda grundleggjandi náttúrufatanin endurspeglast bæði í lóggávu og siðvenju í øllum okkara grannalondum. 

Góð atgongd at náttúruni loysir seg

Men tað er ikki bara av slíkum prinsipiellum ávum, at Norðurlond leggja doyðin á at tryggja almenninginum bestu atgongd at náttúruni. Londini ásanna eisini, at góð atgongd at náttúruni tænir týðandi samfelagsáhugamálum.

Útilív í náttúruni hevur gagnliga ávirkan á kropsliga og sálarliga vælveru, og góð atgongd at náttúruni hevur tí týdning fyri lívsgóðsku og trivnað í vælferðarsamfelagnum. Í góðari atgongd at náttúruni liggur eisini stórt samfelagsvirði og stórir møguleikar fyri at skapa vælferð, vøkstur og arbeiðspláss.

Burðardygt útilív í náttúruni er harumframt umhvørvisgott virksemi, sum lærir okkum um náttúruna, mentanarumhvørvið og landbúnaðin. At ferðast í náttúruni vekur áhuga og gevur innlit og kann tí eggja okkum at sita betur og burðardyggari fyri náttúruni og mentanarumhvørvinum. Náttúran er eisini karmur um sosiala samveru og upplivingar, sum hava virði í sær sjálvum og betra um lívsgóðskuna hjá tí einstaka.  

Samanumtikið ásanna Norðurlond, at góð atgongd at náttúruni hevur samfelagsbúskaparligan týdning, bæði tí at útilív í náttúruni gagnar fólkaheilsuni og tí at ferðafólk uttaneftir verða drigin at góðum møguleikum fyri útilívi og náttúruupplivingum. Tí miða okkara grannalond støðugt eftir at skapa bestu hugsandi karmar um útilívið í náttúruni og at tryggja almenninginum lætta og einfalda atgongd at náttúruni.

Henda norðurlendska náttúrusiðvenjan sæst eisini í Norðurlandaráðnum, sum í fleiri umførum hevur sett útilív í náttúruni á breddan.

Universellur rættur

Onkur hevur skotið upp, at bara føroyingar skulu hava rætt at ganga í føroysku náttúruni uttan kostnað. 

Í grannalondunum veldst rætturin at ferðast í náttúruni hvørki um tjóðskap, borgaraskap ella bústað. Tað er nevniliga eitt høvuðseyðkenni við norðurlendskum hvørsmansrætti, at øll kunnu brúka hann.

Sum landsstýrismaður haldi eg ikki, at tað hevði verið Føroyum til sóma millum aðrar tjóðir, um vit sum einasta land um okkara leiðir fóru at lóggeva mismun við atliti at sjálvari atgongdini at náttúruni.

Almennu Føroyar hava sett út í kortið, at Føroyar skulu mennast sum ferðavinnutjóð, og at ferðavinnan skal vera eitt týðandi íkast í samfelagsbúskapin. Ferðafólk verða drigin at góðum møguleikum fyri náttúruupplivingum, og forðingar við føroysk garðalið, eisini gjaldskipanir og mismunur, standa tí í andsøgn við áhugamálini hjá almennu Føroyum á ferðavinnuøkinum. Slíkar forðingar kennast eisini tí vanliga føroyinginum fremmandar og órógvandi, sama um føroyingar sleppa undan at gjalda ella ikki.

Landið hevur ta yvirskipaðu ábyrgdina av at verja náttúruna og tryggja til dømis landbúnaðinum góð kor at virka undir, og tað liggur á landinum at tryggja øðrumegin, at almenningurin hevur atgongd at uppliva náttúruna, og hinumegin, at náttúran verður vard, og at landbúnaður og annað virksemi verða órógvað sum minst. Verður ferðavinnan náttúruni ella landbúnaðinum til ov stóran bága, skulu almennu Føroyar seta neyðug tiltøk í verk. Áhugamálini eru ymisk, og tað er ein almenn uppgáva at tryggja hóskandi javnvág millum øll áhugamálini.

Hóast útgangsstøðið skal vera gongurrættur við fyriliti, skulu staðbundnar skilhaldsreglur kunna ásetast, har ið serliga nógv ferðsla er uttangarðs. Í slíkum reglum skal bera til at skipa og avmarka ferðslu, sum órógvar landbúnað ella náttúru í órímiligan mun. Rætturin at ganga skal tó ongantíð avmarkast meira enn neyðugt. 

Avmarkað inntriv, men ikki ognartøka

Tað er staðfest í danskari rættarvenju, at talan ikki var um ognartøku, tá ið fólkatingið í 1969 broytti donsku náttúrufriðingarlógina og gav almenninginum atgongd at ferðast á privatum strondum og í privatum skógum. Spurningurin um møguliga ognartøku varð royndur í tveimum rættarmálum, og í báðum førum staðfesti rætturin, at talan ikki var um ognartøku sambært § 73 í grundlógini.

Eystari landsrættur staðfesti, at talan ikki var um ognartøku, men um vanliga regulering av ognarrættinum. Henda staðfestingin var grundað á, at lóggávan var saklig og galdandi fyri allar eigarar, og at inntrivið í ognarrættin varð mett at vera so mikið veikt, at eigararnir ikki mistu ræði á ognini.

At lógarfest almenninginum rætt at ferðast í føroysku náttúruni hevði til samanberingar eisini verið ein generell regulering, sum hevði verið galdandi fyri allar eigarar. Talan hevði ikki verið um at flyta rættindi frá eigaranum, og inntrivið hevði verið veikt, serliga tá ið havt verður í huga, at vit í nógv ár hava havt eina siðvenju við at kalla fríari gongd í haganum. Alt hetta talar ímóti, at talan hevði verið um ognartøku.

Samanumtikið bendir alt á, at tað hevði borið til at tryggjað almenninginum rætt at ganga uttangarðs, uttan at talan hevði verið um ognartøku, sum kemur tí almenna undir endurgjaldsskyldu.

Gongurættur og aðrar avbjóðingar

Gongurætturin uttangarðs er grundleggjandi og prinsipiellur og eigur ikki at verða blandaður saman við ferðavinnuavbjóðingum innangarðs. Slíkar avbjóðingar, eitt nú ov stórt ferðslutrýst í ávísum bygdum, eiga at verða loystar við hóskandi átøkum, t.d. við at avmarka bila- ella bussferðslu til ávísar bygdir, parkeringsgjøldum o.tíl.

Rætturin at ganga í náttúruni uttangarðs skal altíð vera avmarkaður av eini fyrilits- og varsemisskyldu, og av tí at náttúruvernd er ein almenn uppgáva, skal hótt náttúra fyrst og fremst verjast við verndartiltøkum eftir náttúruverndarlóggávuni. Slíkum verndartiltøkum verða bæði gongufólk og jarðareigarar at laga seg eftir.

Tá ið ræður um trygd, verður ferðast í náttúruni fyri egna ábyrgd. Vit eiga tí at kunna útlendingar væl um, at tað ikki er vandaleyst at ferðast uttangarðs, og at tað tí altíð er umráðandi at ferðast við størsta varsemi. Í økjum, har ið serliga vandamikið er at ferðast, skal bera til at avmarka gongd av trygdarávum ella at krevja, at ferðast verður saman við staðkendum fólki.

Landið skal tó gera sítt til, at til ber at uppliva náttúruna uttan ov stóran váða. Allar royndir vísa, at har ið gøtur verða gjørdar, verða tær í stóran mun brúktar. Tí skal landið í samráð við viðkomandi myndugleikar og stovnar og jarðareigarar kunna merkja upp og gera nýggjar farleiðir til at beina ferðsluna uttangarðs. Slíkar gøtur tæna bæði landbúnaðinum, náttúruni og trygdini.

Náttúruvernd, landbúnaður og gongd í haga

Tá ið ræður um at verja náttúruna, mugu vit ásanna, at nógv liggur á láni. Tað ber til at verja náttúruøki eftir galdandi náttúrufriðingarlóg, men við náttúrmargfeldislógini, sum ætlanin er at leggja fyri tingið í hesi tingsetuni, fáa vit betri og fjølbroyttari amboð at verja hótta og serstaka náttúru við. Summi øki í føroysku náttúruni eiga at verða skipað sum serlig verndarøki eftir náttúruverndarlóggávuni, og í tí sambandi kunnu reglur eisini verða ásettar, sum skipa, avmarka ella banna gongd í økjunum. Slíkar reglur í friðingarúrskurði ella friðingarkunngerð galda fram um tann vanliga gongurættin.

Tað er hvørsmansrættinum íborið, at hann skal útinnast burðardygt og við neyðugum fyriliti fyri náttúrugrundarlagnum. Virksemi og atburður, sum eru náttúruni til órímiligan ampa ella skaða, eru tí ikki fevnd av tí lógliga ferðslurættinum. Hvørsmansrætturin er eitt útgangsstøði, sum eins og øll onnur nýtsla av náttúruni verður at víkja fyri avmarkandi verndartiltøkum eftir náttúruverndarlóggávuni.

Hvørsmansrættur skal somuleiðis útinnast við neyðugum fyriliti fyri landbúnaðarvirkseminum hjá tí, sum eigur ella varðar av jørðini. Tann, sum er slíkum virksemi til órímiligan ampa ella skaða, fer tí eisini út um sín lógliga ferðslurætt.

Í grannalondunum, sum Føroyar kappast við í ferðavinnuhøpi, er loyvt at veita ferðaleiðaratænastur uttangarðs uttan at rinda fyri atgongd. Sum landsstýrismaður haldi eg, at tað tænir almennum vinnu- og ferðavinnuáhugamálum best, at hetta eisini er loyvt í Føroyum, so at ein og hvør, sum hevur hug og hegni, kann fara undir slíka vinnu. Løtt og ókeypis atgongd at náttúruni gevur ikki minst kvinnum og monnum í útjaðaranum, har ið arbeiðsmøguleikarnir eru avmarkaðir, bestu fyritreytir at veita ferðavinnutænastur. Verður atgongdin at náttúruni ókeypis, er tað bara sjálva tænastuna, ið rindað verður fyri. Bøndur og jarðareigarar kenna sum vera man síni egnu øki best og hava tí ríkar møguleikar at bjóða slíkar tænastur, umframt at teir kunnu brúka sjálvan landbúnaðin í ferðavinnuhøpi.

Føroyar á vegamóti

Tað nýggja rákið við gjaldskipanum við føroysk garðalið er ein álvarslig hóttan móti okkara rótfestu siðvenju, og tí standa Føroyar á einum vegamóti.

Skulu vit sum grannalondini varða um og lógartryggja siðvenjuna at ganga frítt í náttúruni, ella skulu vit lata hana gleppa okkum av hondum?

Velja vit tað seinna, ganga vit ikki bara aðra leið enn grannar okkara, men eisini beint ímóti rákinum í okkara tíð, har ið lond gerast alt meira tilvitað um týdningin av at tryggja almenninginum uppaftur betri atgongd at náttúruni.

Sum landsstýrismaður í náttúru-, landbúnaðar- og ferðavinnumálum haldi eg, at vit við lóg skulu tryggja almenninginum rætt at ganga í náttúruni uttangarðs. Samstundis skulu vit gera neyðugar avmarkingar, har ið tað krevst av fyriliti fyri m.a. náttúru og landbúnaði. Vevja vit hinvegin alt saman í sjálvum útgangsstøðinum, er vandi fyri, at tann grundleggjandi rætturin hjá almenninginum at njóta og uppliva náttúruna uttan kostnað fer fyri skeytið.

Almennu Føroyar hava sett sær fyri at menna Føroyar sum ferðavinnutjóð, og tað hevur við munagóðum átøkum eydnast at seta Føroyar á heimskortið sum ongantíð fyrr. Sum ferðafólk úr øllum heimsins heraðshornum verða drigin til Føroya at uppliva náttúruna, verða lunnar lagdir undir eina nýggju vinnu, sum kann fáa avgerandi samfelagsbúskaparligan týdning fyri Føroyar. Heldur enn at gera mismun og hava eftirlit við garðaliðini skulu vit eins og grannalondini lata okkara útlendsku gestir vera fevndar av gongurættinum. Í staðin skulu vit lofta møguleikanum at selja teimum alskyns ferðavinnutænastur og á tann hátt menna ferðavinnuna, so at hon gerst eitt munandi íkast í føroyska samfelagsbúskapin.

Vit skulu kortini støðugt tryggja, at ferðavinnan tænir okkara áhugamálum. Koma vit sum frá líður eftir, at hon gerst ov stór í vavi, skal hon tó ikki tálmast við tilvildarligum náttúruforðingum, men heldur við almennum tiltøkum, t.d. ferðaavgjøldum.

Føroyar eru minni í vídd enn grannalondini, og tí er væl hugsandi, at okkum fer at tørva lutfalsliga fleiri avmarkingar enn grannalondunum fyri at verja náttúruna. Men hetta eigur ikki at ávirka tað grundleggjandi útgangsstøðið: Vit skulu lógarfesta rættin at ferðast í náttúruni og samstundis loysa serligar ferðavinnuavbjóðingar og verja náttúruna og landbúnaðin.

Vit standa á einum vegamóti, og hetta er mítt boð upp á eina skynsama loysn.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í náttúru-, landbúnaðar- og ferðavinnumálum