25.03.2021 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, um uppskotið til lóg um gongd í haga, á aðalfundinum hjá Hagafelag Føroya

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, um uppskotið til lóg um gongd í haga, á aðalfundinum hjá Hagafelag Føroya

Málið um gongd í haga tykist í løtuni at vera ein stórur, fastur, ja, nærum óloysiligur knútur, men eg vóni, at vit finna út av, at málið í veruleikanum heldur er ein minni fløkja, sum vit saman kunnu greiða.

Tí eg haldi ikki, at vit í veruleikanum standa so øgiliga langt frá hvørjum øðrum. Eg veit, at vit øll vilja verja og røkja náttúruna, og at øll vilja, at tilfeingið í landinum verður gagnnýtt burðardygt, soleiðis at tað skapar varandi menning og trivnað um alt landið.

Men áhugamálini eru mong og ymisk, og øll stríðast fyri sínum. Stóra avbjóðingin er tí at lyfta okkum uppfrá, so at vit veruliga kunnu lurta eftir sjónarmiðunum hjá hvørjum øðrum.

Eg haldi, at eitt gott stað at byrja er at staðfesta, hvat vit eru samd um, og síðani at arbeiða okkum fram til praktiskar loysnir, har vit eru ósamd.

Tíbetur er nógv, sum eg haldi at vit øll kunnu semjast um:

  • Vit vilja øll kunna njóta náttúruna, bæði nú og í alla framtíð.
  • Vit vilja, at landbúnaðurin skal kunna virka og mennast uttan at verða óneyðuga tarnaður av ferðafólki.
  • Samstundis kann møguleikin at skapa ferðavinnutilboð, sum taka støði í landbúnaðinum, geva bóndum nýggjar inntøkumøguleikar.
  • Vit vilja eisini, at fólk um alt landið fáa høvi at gagnnýta møguleikarnar og inntøkurnar, sum ferðavinnan kann geva.
  • Og somuleiðis vilja vit, at tey, sum búgva á teimum mest vitjaðu støðunum, ikki skulu kenna seg yvirfloymd av ferðafólki, men at ferðslan verður skipað so, at bygdirnar megna at fylgja við, og so at ferðavinnan fer at geva inntøkur til bygdirnar og skapa vøkstur og trivnað.

Sum flestu onnur mál, ið tykjast óloysilig, er eisini hetta málið merkt av, at partarnir tykjast hava læst seg fastar. Og farið verður enn longri niður í skotgravirnar, tá ið kjakið fer fram í almenna rúminum.

Hetta er ikki ein haldgóð støða, tí øllum tørvar atgongd at náttúruni til at leita sær heilsu- og sálarbót, og bæði landbúnaðurin og ferðavinnan treingja til menning og størri inntøkur. Tørvurin hjá øllum pørtum er veruligur og virðiligur. Tað snýr seg tí ikki um at vinna á hvørjum øðrum, men at vinna á trupulleikunum í felag.

Nú fer skjótt at bera til at ferðast aftur, og tað er tí umráðandi koma ásamt um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til gongd í haga. Ikki tykkum at siga, eru bóndir og ferðavinnan ikki einastu partarnir í hesum máli. Í roynd og veru eru allir føroyingar partur í málinum, og tá ið vit koma so langt, at eitt lógaruppskot kann fara í almenna hoyring, fáa eisini øll høvi at siga sína hugsan um uppskotið.

Men eingin orsøk er at bíða, til uppskotið er klárt at senda í almenna hoyring. Mín hugsan er væl kend, og endamálinum við uppskotinum um lóg í haga havi eg roynt at greitt frá í tíðargreinini, sum eg sendi út í vetur.

Rætta raðfylgjan hevði verið fyrst av øllum at fingið samtykt lógina um gongd í haga og harvið tryggjað tann grundleggjandi rættin hjá fólki at ferðast í náttúruni. Harnæst at tikið støðu til eitt nú ferðavinnuavbjóðingar og sambandið millum gongd í haga og náttúruvernd og landbúnað.

Hetta er eisini tað, sum lógaruppskotið leggur upp til, soleiðis sum tað sær út í dag.

Í uppskotinum til lóg um gongd í haga er ásett, at tað skal verða frítt at ferðast í náttúruni. Hinvegin vænti og vóni eg, at bæði jarðareigarar og onnur fara at duga at skapa tænastur, sum ferðafólk fegin vilja gjalda fyri.

Onkur hevur skotið upp, at Føroyingar skulu ganga frítt, men at útlendingar skulu gjalda. Slíkur mismunur haldi eg hóskar illa saman við okkara sjálvsmynd sum eitt gestablítt fólk. Heldur eiga vit at geva gestum okkara somu sømdir sum okkum sjálvum, eins og vit uppliva, tá ið vit vitja onnur lond.

Gongd í haga má og skal sjálvandi fara fram á burðardyggum grundarlag, og tí má atgongdin til náttúruna fylgjast upp við avmarkingum og friðingum, so at vit eisini í framtíðini kunnu njóta náttúruna. Hesi verndartiltøk eiga tó fyrst og fremst at verða skipað sambært náttúruverndarlóggávuni.

Tó er í uppskotinum eisini møguleiki at áseta skilhaldsreglur, sum øll, sum ferðast í einum øki, skulu fylgja. Slíkar reglur kunnu hava til endamáls at tryggja frið, skil og reinføri, verja náttúru og mentanararv og tryggja, at gongdin ikki darvar landbúnaðin í órímiligan mun. Tó skulu skilhaldsreglurnar ikki avmarka rættin at ferðast meira enn neyðugt.

Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin møguleika fyri í kunngerð at avmarka ferðsluna á serliga vandamiklum støðum.

Allar royndir vísa, at har ið gøtur verða gjørdar, verða tær í stóran mun brúktar. Tí er í uppskotinum eisini ásett, at landið í samráð við viðkomandi myndugleikar, stovnar og jarðareigarar kann merkja upp og gera nýggjar farleiðir til at beina ferðsluna uttangarðs.

Og hetta er í heilt stuttum kjarnan í uppskotinum:

  • Øll skulu hava atgongd at náttúruni, og tað skal ikki kosta at ganga.
  • Vit skulu gagnnýta náttúruna á burðardyggum grundarlag, bæði til ferðavinnu og landbúnað.
  • Og ferðslan skal skipast smidliga, so at ferðafólkini ikki eru til órímiligan ampa.

Hvørja lagnu lógin um gongd í haga fær, kunnu vit einki siga um nú. Tað er eingin loyna, at fólk eru ymisk á máli bæði í landsstýrinum, í løgtinginum og í samfelagnum sum heild.

Og vit mugu bara staðfesta, at tað er ikki altíð, at tað ber til at skipa viðurskiftini í rættari raðfylgju. Vit mugu handla út frá støðuni, sum hon er, vit mugu virða, at vit hava ymisk sjónarmið, og vit mugu finna praktiskar loysnir, til tíðin er búgvin at greiða alla fløkjuna.

Tað, sum nú ræður um er, eftir mínum tykki, er at tryggja fólki atgongd at náttúruni uttan at skula gjalda fyri at ganga og somuleiðis, at bøndur og ferðavinnan finna felags stev, so at vinnurnar kunnu mennast saman við skili, við virðing fyri náttúruni og uttan gjaldsportur.