![Indiska sendikvinnan hitti landsstýrismannin](https://landsstyri.cdn.fo/savn/18162/sendikvinna-india-hittir-hh.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=qYWqtyoDKpJdGQDgmms3-gi8_ZM)
Fyrrapartin í dag hitti indiska sendikvinnan í Danmark, Pooja Kapur, Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum í Tinganesi. Sendikvinnan er á arbeiðsferð í Føroyum.
Á fundinum umrøddu landsstýrismaðurin og sendikvinnan møguleikar fyri samstarvið millum India og Føroyar, og hvussu eitt styrkt samstarv kann skipast í formligar karmar.
”India verður í næstum heimsins fólkaríkasta tjóð, og India hevur ein skjótt vaksandi búskap. Eg síggi stórar møguleikar í at menna samstarvið við India á handilsøkinum og á øðrum økjum, eitt nú innan mentan, gransking, útbúgving og heilsu,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.