27.04.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Indiska sendikvinnan hitti landsstýrismannin

Indiska sendikvinnan hitti landsstýrismannin

Fyrrapartin í dag hitti indiska sendikvinnan í Danmark, Pooja Kapur, Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum í Tinganesi. Sendikvinnan er á arbeiðsferð í Føroyum.

Á fundinum umrøddu landsstýrismaðurin og sendikvinnan møguleikar fyri samstarvið millum India og Føroyar, og hvussu eitt styrkt samstarv kann skipast í formligar karmar.

”India verður í næstum heimsins fólkaríkasta tjóð, og India hevur ein skjótt vaksandi búskap. Eg síggi stórar møguleikar í at menna samstarvið við India á handilsøkinum og á øðrum økjum, eitt nú innan mentan, gransking, útbúgving og heilsu,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.