08.03.2021 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Innbjóðing til almennan hoyringarfund um uppskot til Orku- og veðurlagspolitikk Føroya

Innbjóðing til almennan hoyringarfund um uppskot til Orku- og veðurlagspolitikk Føroya

Umhvørvis- og vinnumálaráðið bjóðar til almenna framløgu og hoyringarfund um uppskot til Orku- og veðurlagspolitikk Føroya fríggjadagin 12. mars.

Fyrra framløgan verður kl. 13:00 og seinna framløgan kl. 16:00 á Hotel Hilton, Tórshavn.

Tey, ið ætla at møta 12. mars kl. 13:00 ella kl. 16:00, mugu melda til við telduposti til: kristvorp@uvmr.fo ella siga frá á telefon: 553294 í seinasta lagi 10. mars við tilvísing til klokkutíma.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið