![Ítróttahøllin í Sandoy](https://landsstyri.cdn.fo/savn/16691/mynd-4.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=dc7_NmMGefiXNJ5B1-9QN06bV8U)
1 / 3
Seinasta týsdag var hátíðarhald í Ítróttahøllini Inni í Dal í sambandi við, at formligu viðurskiftini viðvíkjandi ítróttarhøllini endaliga vóru avgreidd. Talan var um undirskriving av veðbrævi, sum gevur Føroya landsstýri veð í ítróttarhøllini fyri einum rentu- og avdráttarfríum láni uppá 30 mió kr. Borgarstjórarnir í oynni kommunuskrivararnir hjá kommununum í oynni, limirnir í stýrinum fyri Sandoyar skúlasamband og umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráði luttóku í hátíðarhaldinum.