11.05.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Íverksetarahúgurin er stórur í Føroyum

Íverksetarahúgurin er stórur í Føroyum

staðfesti Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum í morgun setti ársins íverksetaradag, í Fabrikkini hjá Østrøm í Havn. Síðani 1. Januar 2017, tá ið tað bleiv møguligt at skráseta íverksetarafeløg við bert einari krónu í partapeningi, eru 143 íverksetarafeløg skrásett. Sama tíðarskeið eru 210 smápartafeløg skrásett. Tilsamans eru sostatt omanfyri 350 nýggj feløg skrásett seinastu 16 mánaðirnar. Tað er meira enn eitt nýtt vinnurekandi felag, hvønn yrkadag.

Nógv er eisini gjørt fyri at betra um karmarnar fyri íverksetarar seinnu árini. M.a. er matvørulógin broytt, so at tað er lættari at fara undir matvøruframleiðslu til heimamarknaðin, og við broytingunum í alilógini ber av álvara til at byrja aling av skeljum og tara. Eisini eru eru nýggjar skipanir gjørdar, sum skulu stuðla upp undir menningini í ferðavinnuni og í filmsvínnuni, Talgildingin av samfelagnum rúmar eisini óendaligar møguleikar fyri føroyskar íverksetarar.

"Føroyar eru ein stórur íverksetaradepil, um vit velja at síggja okkum soleiðis. Tað munnu vera fá støð í heiminum, har tað er so tætt millum alskyns førleikar, royndir, útgerð og vitan. Um vit vilja, kunnu vit skapa eitt tað besta íverksetarasamfelagið í heiminum. Tað er ikki bara ein spurningur um karmar og skipanir, men minst líka nógv um at menna eina íverksetaramentan, sum Íverksetarahúsið frá fyrstani tíð hevur havt sum sína fremstu uppgávu," segði Poul Michelsen m.a. í røðu sínari.

Øll røðan kann lesast her