25.08.2022 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Japansk sendiharravitjan

Japansk sendiharravitjan

Manabu Miyagawa, Japanski sendiharrin til Danmark, vitjaði í dag Magnus Rasmussen, landsstýrismann. Við sendiharranum vóru eisini vinnulívsfólk og eitt kt-vísindafólk.

Á fundinum var tað serliga grøna orkuskiftið ið var til umrøðu, men nortið var eisini við kt-vinnur og aðrar samstarvsmøguleikar.

Japanar eru sera áhugaðir í grønar loysnir til skipaferðslu, og gera, eins og Føroyar, royndir við at leggja smærri før um, frá at brenna olju, til at verða rikin við el ella vetni.

Stórur áhugi var fyri samstarvi á hesum øki. Somuleiðis hevði japanski sendiharrin ynski um tættari samstarv millum vísindafólk um umhvørvi í Arktis, og sipaði serliga til føroyskar granskingarførleikar innan havfrøði.