24.07.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Landsstýriskvinnan ásett 2020 til átakið »Føroyar lesa«

Landsstýriskvinnan ásett 2020 til átakið »Føroyar lesa«

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, hevur ásett 2020 at vera ár fyri átakið »Føroyar lesa«, umframt at seta onnur lesiátøk á skrá longu í ár.

Hetta er eftir tilmæli frá teimum fýra, Sissal M. Rasmussen, Lydiu Didriksen, Marjun Ziskason og Turið Kjølbro, sum í februar handaðu landsstýriskvinnuni upprit við tilmælum í sambandi við stóru lesikanningina hjá børnum í 2017/2018, sum tær fýra stóðu fyri.

Tey 12 átøkini í tilmælinum snúgva seg í stóran mun um at miðla ymiskan og hóskandi lesnað, um at eftirútbúgva fakfólk innan økið, um at menna talgildar pallar til bøkur og lesitilfar og at kanna lesivanar og orsøkir nærri.

Hanna Jensen fegnast um tilmælini.

- Vit hava tørv á at verða vakt og mint á, at lesiførleiki er ein av hornasteinunum, tá vit vilja skapa tí einstaka møguleikar at mennast og stimbrast, at velja síni áhugamál, at luttaka í samfelagnum, at velja sína yrkisleið og at fáa atgongd til heimsins bókmentir, sigur hon.

Uppritið varð beinanvegin viðgjørt í Mentamálaráðnum, har landsstýriskvinnan tók stig til í fyrstu syftu at raðfesta tvey av átøkunum í 2019 og 2020.

Sum tað fyrsta skal ein kvalitativ kanning gerast, so vit fáa greiðari ábendingar um, hvat eigur at verða gjørt og hvørji øki vit eiga at leggja áherðslu á fyri at menna bæði lesiáhuga og lesiførleika. Tað verða tær fýra Sissal, Lydia, Marjun og Turið, sum nú fara undir at gera kvalitativu kanningina.

Í øðrum lagi raðfesti landsstýriskvinnan at seta fokus á Føroyar lesa 2020, sum er eitt landsumfatandi átak við eini røð av ymiskum tiltøkum runt í samfelagnum og innan skúlagátt. Endamálið er at vekja tilvitið um, hvussu týdningarmikið tað er at lesa, hvussu nógv og gott tilfar, vit eiga, og hvussu vit best eftirútbúgva, miðla og motivera til lestur. Fyrireikingarbólkur við umboðum úr Námi, Bókadeild Føroya Lærarafelags, bókasøvnum og skúlabókasøvnum er settur at fyrireika átakið og er farin til verka.

Í 1966 gjørdi UNESCO av, at 8. september skuldi vera altjóða dagur at varpa ljós á lesing og lesiførleika. Landsstýriskvinnan hevur tikið stig til, at 8. september bæði í ár og í komandi ár verður pallur fyri lesiátakið Føroyar lesa.

Hanna Jensen vísir til kenda og virðismetta rithøvundan C.S. Lewis, sum segði »Vit lesa fyri at vita, at vit ikki eru einsamøll.«

- Hesin sannleiki sigur nakað um, hvørjar keldur til trivnað vit eisini kunnu finna ígjøgnum lesing. Tí fegnist eg um, at eldsálir í Føroyum framvegis skriva, týða, geva út bøkur. Men tað er eisini ein áminning um týdningin av at læra børn at lesa og at kempa fyri, at tey varðveita hugin at lesa, sum tey vaksa til, sigur Hanna Jensen.

Á myndini eru frá vinstru: Hanna Jensen, Sissal M. Rasmussen, Marjun Ziskason og Turið Kjølbro. Lydia Didriksen vantar á myndini.