![Landsstýrismaður hitt amerikanska sendiharran](https://landsstyri.cdn.fo/savn/17952/høgni-hoydal-alan-leventhal.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.515,0.32238805970149254&rmode=crop&t=66&s=D03QfC_ByVQ7_z7FW9thOQqRyZA)
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevði í gjár fund við Alan Leventhal, sendiharra USA í Danmark.
Samstarvið við USA hevur høga raðfesting fyri landsstýrið, bæði sum handilspartur og politiskur samstarvspartur.
Á fundinum vóru fleiri av ætlanunum fyri, hvussu samstarvið skal styrkast, umrøddar. Beinleiðis flogrutur millum Føroyar og USA, eitt føroysk amerikanst handilskamar, mentanardagar í New York og sendistova í Washington eru millum átøkini, sum standa fyri framman.
”USA er ein týðandi samstarvspartur fyri Føroyar, og ein stórur marknaður fyri føroyskan útflutning. Trygdarpolitiska støðan í heiminum ger, at vit í samstarvi við okkara sameindu mugu taka størri ábyrgd til tess at syrgja fyri, at friður og støðufesti valda,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.