08.02.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Landsstýrismaðurin tekur lut í EU Arctic Forum í Nuuk

Landsstýrismaðurin tekur lut í EU Arctic Forum í Nuuk

Hesa vikuna luttekur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, á ráðstevnuni “EU Arctic Forum and Indigenous Peoples’ Dialogue”, sum verður hildin í Nuuk í Grønlandi í døgunum 8-9 februar.

“Í hesum tíðum gerst tað alsamt meira týdningarmikið at røkja sambond við grannar og samstarvspartar fyri at tryggja frið og støðufesti í Arktis og Norðuratlantshavinum.”

Ráðstevnan verður fyriskipað av grønlendsku stjórnini og ES. Á ráðstevnuni skal landsstýrismaður taka lut í og røða á tiltaki við heitinum “International Cooperation in the Arctic: Moving Forward”, saman m.a. svenska uttanríkisráðharranum, Tobias Billstrøm, og Virginijus Sinkevicius, ES kommisserur fyri umhvørvi, hav og fiskivinnu.

“Í hesum tíðum gerst tað alsamt meira týdningarmikið at røkja sambond við grannar og samstarvspartar fyri at tryggja frið og støðufesti í Arktis og Norðuratlantshavinum,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

“Tað er av alstórum týdningi at varpa ljós á fólkið í arktiska økinum. Veðurlagsbroytingar ávirka lívskor, lívfrøðiliga margfeldni og náttúru, og harvið grundarlagið fyri at liva og virka í Arktis og Norðuratlantshavinum.”

Á ferðini skal landsstýrismaðurin eisini hitta grønlendski starvssystrina, Vivian Motzfeldt, danska starvsbróðurin, Lars Løkke Rasmussen og Virginijus Sinkevicius, ES kommisserur.

Meir kunning um ráðstevnuna er at finna her.