14.10.2020 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Løgfrøðingur til Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Løgfrøðingur til Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Umhvørvis- og vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsins fyrisiting, so er hetta starv kanska nakað fyri teg.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til.

Førleikar

Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur áhuga fyri økjunum, ið Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økini. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.

Arbeiðsuppgávur

Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða kærumálsviðgerð, løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, gera hoyringssvar, umframt at umboða stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og samstarvsfora.

Talan er um eitt fast starv, ið fevnir serliga um kommunumál umframt náttúru-, og umhvørvismál byggi-, lendis- og býarskipanarøkið.

Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið eru sjálvstøðug og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Umhvørvis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Gongin 7

FO-100 Tórshavn

ella umvegis teldupost á uvmr@uvmr.fo

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. oktobur 2020,  kl. 12:00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra, tlf. 558090 ella umvegis teldupost til hilmarh@uvmr.fo.

 

Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur alimál, arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, búnaðarmál, byggimál, einkarætt, elveitingarmál, ferðavinnu, fólkayvirlit, handilsmál, integratiónsmál, jarðfrøði, kavaramál, kolvetni, kommunumál, tó ikki inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, merki, mynstur, náttúrumál, navnamál, oljumál, orkumál, samskiftismál, sjóvinnumál, skógarmál, sundurbýti, tinglýsing, tónleikavinnu, tryggingarmál, umhvørvismál, útjaðaramál, útskifting, vanlukkutryggingarmál, veðurlagsmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.