08.11.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Møguleiki hjá føroyskum lesandi at søkja starvsvenjing hjá ST í Brússel

Møguleiki hjá føroyskum lesandi at søkja starvsvenjing hjá ST í Brússel

ST-kunningarstovnurin fyri Vesturevropa í Brússel, UNRIC (United Nations Regional Information Office for Western Europe), søkir eftir einum lesandi, sum tosar føroyskt, at vera í starvsvenjing í upp í seks mánaðir frá 1. januar 2019. Umsóknarfreistin er 15. november 2018. Starvslýsingin er at finna her.