25.03.2020 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Mugu taka neyðug atlit á kommunustýrisfundum

Mugu taka neyðug atlit á kommunustýrisfundum

Eisini kommunustýri kunnu verða noydd at tillaga seg og taka atlit at møguligum smittuvanda á kommunustýrisfundum ta næstu tíðina.

Landsstýrið hevur mælt til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri, tess betri - tó í mesta lagi 10 fólk. Tilmælini frá landsstýrinum kunnu hava við sær, at kommunustýrisfundir, sum eru almennir, ikki kunnu haldast sum vanligt.

Minstu kommunustýrini í Føroyum hava tríggjar kommunustýrislimir, og størsta kommunustýrið hevur 13 kommunustýrislimir.

Onkur kommunustýri kunnu verða noydd at flyta fundirnar í størri høli, so hóskandi fjarstøða verður millum luttakarar.

Í øðrum førum kunnu videofundir vera ein loysn. Tað hevur ikki verið mett í tráð við kommunustýrislógini at hava kommunustýrisfundir umvegis video ella telefon, tí kommunustýrisfundir eru almennir, og borgarar og fjølmiðlar hava rætt at vera á staðnum fyri at fylgja við arbeiðinum og orðaskiftinum í kommunustýrinum.

Støðan við coronasmittuni verður kortini mett so mikið álvarsom og serlig, at hon rættvísger, at kommunustýrisfundir í hesum tíðum kunnu haldast umvegis video ella telefon. Tað er kortini ein treyt, at kommunustýrið er einmælt samt um hetta, og at fundurin verður sendur beinleiðis.

Tí hevur Umhvørvis- og vinnumálaráðið sent øllum kommunum eitt skriv við tilmæli um, hvussu kommunustýrisfundir kunnu haldast næstu tíðina.

Skrivið kann lesast her.