20.03.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

NATO skip vitja í Føroyum

NATO skip vitja í Føroyum

Hesa vikuna koma fimm herskip úr Noregi, Týsklandi, Belgia og Niðurlondum á Havnina. Tvey av skipunum eru komin, og hini koma eftir ætlan týsdagin og mikudagin. Talan er um ein minuruddarabólk undir NATO, Standing NATO Maritime Mine Countermeasure Group One. Bólkurin hevur verið í Noregi og er á veg suðuryvir, nú steðgað verður í Føroyum. Diplomatisk loyvi til slíkar vitjanir eru treytað av, at skipini ikki hava evnafrøðilig, lívfrøðilig, geislavirkin ella kjarnorkuvápn ella lutir til slík vápn umborð.

Vitjanin skuldi eftir upprunaligu ætlanini vera seinni í vikuni, men er vegna veður framskundað og varir helst til mánadagin 27. mars.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur fyrrapartin ráðført seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd um hvussu føroyskir myndugleikar viðgera og taka avgerðir í sambandi við umbønir hjá herskipum um at koma í føroyska havn.