03.07.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

NATO tinglimir á vitjan í Føroyum

NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
1 / 5

Løgtingsins uttanlandsnevnd og Uttanríkis- og vinnumálaráðið hava í vikuni verið samvertir fyri eini sendinevnd við sløkum 40 tingfólkum úr NATO-limalondunum.

Á skránni var millum annað eitt kunnandi tiltak á Hotel Føroyum, har formaðurin í Uttanlandsnevndini, Bjarni Hammer, beyð vælkomin og greiddi frá breiðu politisku semjuni í Føroyum um at stuðla NATO og týdninginum av samstarvi og samanhaldi í hesum døgum. Landsstýrismaðurin í lógarmálum, sum eisini varðar av tilbúgving, Bjarni K. Petersen, greiddi frá sínum málsøki og harumframt høvdu embætisfólk og umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya stuttar framløgur um føroyskar raðfestingar á trygdarpolitiska økinum, kreppustýring í Føroyum og virkseminum hjá Arktisk Kommando í Føroyum.

Leiðin gekk eisini niðan á Sornfelli, har Landsverk vísti sendinevndini runt og greiddi frá søguligu NATO-støðini umframt komandi NATO-radaranum. Síðani vitjaði sendinevndin Atlantic Airways Aviation Academy, har høvi var at royna framkomnu tyrlu- og flúgvarasimulatorarnar frá fyrstu hond.

Sendinevndin, sum er á kunningarferð í ymsum NATO-londum, kom frá líknandi vitjan í Danmark til Føroya, hiðani leiðin í gjár gekk víðari til Íslands.