07.02.2019 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Náttúran er okkara vørumerki

Náttúran er okkara vørumerki

Fyrrapartin legði Visit Faroe Islands fram menningarætlan fyri ferðavinnuna fram til 2025. Høvuðsmálið er, at umsetningurin í ferðavinnuni skal vera 1,5 milliardir krónur um seks ár.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, setti tiltakið í Norðurlandahúsinum. Hann legði í síni røðu dent á, at fortreytin fyri ferðavinnumenning í Føroyum er grundtankin um, at vit eiga at hugsa meira um dygd enn um nøgd.

“Røkja vit náttúruna og troyta hana við skili, ber væl til at henda kann verða grundstøði undir bæði eini vaksandi og blómandi ferðavinnu. Vit eiga ikki at verða eitt lágprís ferðamál. Ferðafólk skulu kenna seg sum ein partur av okkum, meðan tey eru her – og vit skulu bjóða teimum bæði ógloymandi mentanarligar og náttúruupplivingar. Men vit mugu vera tilvitað um, at náttúran er okkara vørumerki og einum vørumerki ansar man væl eftir,” segði Poul Michelsen í røðu síni.

Ferðavinnan hevur átt hægstu raðfesting seinni árini. Mett verður, at umleið 100.000 ferðafólk vitja Føroyar árliga. Umsetningurin í ferðavinnuni er omanfyri 600 milliónir og tað arbeiða sløk 500 fólk í vinnuni.

Í menningarætlanini verður staðfest, at Føroyar skulu vera eitt burðardygt ferðavinnuland. Sum liður í at kjølfesta meginregluna um burðardygd, eiga ferðafólk at gjalda rímiligt gjald, sum kann brúkast til at røkja og verja náttúruna – og soleiðis  tryggja, at ferðavinnan ikki máar støðið undan sær sjálvari.

Landsstýrismaðurin vísti á, at í ferðavinnuni liggja stóran møguleikar fyri vøkstri kring alt landið.

”Verður ferðavinnan ment við skili, kann hon gerast ein sera týdningarmikil vinnugrein við sera fjølbroyttum møguleikum. Hon kann spræna lív og vøkstur inn í hvønn krók í landninum. Vit skylda okkum sjálvum at troyta hesa vinnuna. Tað gera vit við at seta høg mál og stór krøv.”

Tað er einki ókent fyribrigdi, at snávingarsteinar eru, tá nýggjar vinnur stinga seg upp. Landsstýrið er sera tilvitað um avbjóðingarnar við vaksandi ferðavinnuni, og tað verður eisini tikið í størsta álvara.

”Rætturin at ganga í haga skal loysast. Rætturin at ganga í haga hjá okkum føroyingum og hjá okkara gestum er ivaleyst ikki tann sami, men vit eiga ikki at góðtaka at hesin óloysti trupulleikin verður forðingin fyri, at vit kunnu menna okkara ferðavinnu. Her má semjusøkni til, og tað vilja vit troyta so langt, at ein semja sær dagins ljós,” segði Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Aldra Egilstrøð Magnussen, menningarsamskipari, Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari, Poul Michelsen, landsstýrismaður, Guðrið Højgaard, stjóri og Bárður Eklund, leiðari fyri talgilda marknaðarføring.