30.09.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nettrygdin verður uppraðfest

Nettrygdin verður uppraðfest
1 / 2

Í nettrygdarætlanini, sum landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum legði fram herfyri, fær Vinnustovnurin ein týðandi og virknan leiklut í at verja samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi.

Dømi um samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi kunnu vera streymveiting, fjarskifti, læknahjálp, røkt, radiosendikervið, pengaflutningur, flutningur á landi, sjógvi og loftvegis, skattainnkrevjing, tinglýsing, skipaskráseting o.s.fr.

Um hesar, og aðrar týðandi skipanir, ikki virka, verður virkisførið í landinum munandi skert, og tá kunnu bæði mannalív og stór virði vera í vanda.

Nøkur av fyrstu átøkunum í nettrygdarætlanini eru tí neyvari at kortleggja samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi og at skipa eina nøktandi tilbúgving, til tess at styrkja mótstøðuførið móti nettrygdarvandum.

Fyri fyrst er økið raðfest við áleið 1 mió kr. Henda játtanin er ætlað til at byrja arbeiðið, m.a. at fyrireika eina nettrygdarlóg, men neyðugt verður at økja játtanina munandi í næstum.