09.06.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nevndarlimir í Spyr Meg á fundi við landstýrismannin

Nevndarlimir í Spyr Meg á fundi við landstýrismannin

Mikudagin hevði landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, vitjan av Herdis, Meiken, Erlu og Lennart, sum eru í nevndni í Spyr Meg.

Fundurin var sera áhugaverdur, og vóru serliga hesi málini umrødd:

- Upptøkan á serligt skipað miðnám

- Rásin og um møguleikarnar hjá teimum ungu við menningartarni og

- atgongdin til arbeiðsmarknaðin

Landsstýrismaðurin fegnast um, at hesi ungu fólkini eru so eldhugað í sínum arbeiði.

Spyr meg er undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna. Til ber at lesa meira um Spyr Meg her.