15.02.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Niðurstøða frá partalagsfundi millum Føroyar og USA

Niðurstøða frá partalagsfundi millum Føroyar og USA

Umboð fyri landsstýrið og amerikonsku stjórnina hava í dag havt fund í Washington D.C. sambært partalagsyvirlýsingini, ið varð undirritað í 2020. Báðir partar váttaðu ynskið um at styrkja sambondini og vóru samdir um útlitini fyri øktum samstarvið millum Føroyar og USA.

Varaundiruttanríkisráðharrin í amerikanska uttanríkisráðnum, við ábyrgd fyri evropeiskum og evrasiatiskum viðurskiftum, Douglas Jones og stjórin fyri uttanríkistænastuna, Gunnar Holm-Jacobsen leiddu fundin, sum m.a. snúði seg um politiskt, búskaparligt og mentanarligt samstarv. Høvi var eisini at eftirmeta framgongdina í samstarvinum síðani partalagsyvirlýsingin varð undirritað og partarnir settu á fundinum mál fyri komandi árið.