22.05.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Norðurlendskur Unesco-fundur

Norðurlendskur Unesco-fundur

Í døgunum 22.-24. mai verður  árligi norðurlendski Unesco-fundurin hildin í Føroyum. Luttakararnir eru umboð fyri tær norðurlendsku Unesco-nevndirnar, harumframt luttaka eisini starvsfólk, sum arbeiða við norðurlendskum spurningum á høvuðssætinum hjá Unesco í París. Í alt eru uml. 60 luttakarar. 

Sjálvur Unesco-aðalfundurin verður hildin í París annaðhvørt ár. Næsti aðalfundur verður í november 2019. Norðurlond samstarva nógv millum aðalfundirnar, og fundurin komandi dagarnar er eitt dømi um hetta.

Føroyar hava tikið undir við at UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi heimsins frá 2003 skal setast í gildi í Føroyum – Convention for the Safeguarding of the Intangible Cultural Heritage, 2003. (sí fráboðan.)

Íverksetan av sáttmálanum er ímillum onnur evni á ársfundinum í ár.

Tað er føroyska Unesco-nevndin, sum er vertur fyri fundinum, sum verður hildin á Hotel Føroyum og í Norðurlandahúsinum.

Í føroysku UNESCO nevndini eru:

Sigurð í Jákupsstovu, nevndarformaður, Annika Sølvará, Andras Mortensen, Liljan Weihe, Barbara Gaardlykke Apol og Margretha Jacobsen.

Føroyska UNESCO skrivstovan er skipað í Mentamálaráðnum. Martin Næs, deildarstjóri, er aðalskrivari.

Myndin er frá norðurlendska UNESCO fundinum í Danmark í 2017

Les meira á www.unesco.fo