![Nýggi íslendski aðalkonsulin hitt landsstýrismannin](https://landsstyri.cdn.fo/savn/17018/mynd-jr-og-ís-aðalkonsul.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.50166666666666671,0.3725&rmode=crop&t=967&s=8fBjM79DNBUmpmadTSuu6tAP70A)
Fyrrapartin tann 8. september høvdu landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana og nýtilnevndi íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Águsta Gisladóttir, fund í Tinganesi, har landsstýrismaðurin nýtti høvi at heilsa upp á nýggja aðalkonsulin.
Á fundinum umrøddu landsstýrismaðurin og aðalkonsulin m.a. samstarvið millum Føroyar og Ísland, har millum samhandilin á vøru- og tænastuøkinum, og møguleikarnir at styrkja samstarvið innan handil og á mentanar- og útbúgvingarøkinum.