07.04.2022 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Nýggjur íverksetaraportalur

Nýggjur íverksetaraportalur

“Tað er ein stór løta, nú Íverksetaraportalurin alment verður tikin í brúk”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

“Íverksetaraportalurin er eitt gamalt ynski, sum tað hevur verið tosað um í nógv ár.

Henda samgongan setti sær tí fyri, at nú skuldi tað vera, og í samgonguskjalinum stendur stutt og greitt: Íverksetaraportalur verður settur á stovn.

Íverksetarahúsið lá  ikki á boðunum og beyð sær skjótt til at taka ábyrgd av at menna og reka portalin.

Íverksetarahúsið hevur sniðgivið og ment portalin í tøttum samstarvið við Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Í røttum íverksetaraanda hevur Íverksetarahúsið eisini sjálvt fingið fíggingina til vega. Hetta varð gjørt soleiðis, at verkætlanin var gjørd í framhaldi av arbeiðinum við Hópfíggingarskipanini, sum Íverkstarahúsið, saman við Vinnuframa og Visit Faroe Islands, skipaði fyri nøkrum árum síðani.

Endamálið við íverksetaraportalinum er fyrst og fremst at lætta um hjá íverksetarum. Føroyska vinnuframaskipanin eru bygd upp av fleiri eindum. Hesar hava ymiskar uppgávur og serkunnleika á hvør sínum øki, og ofta kunnu íverksetarar fáa ráðgeving og stuðul frá meira enn einari skipan, t.d. bæði frá Íverksetarahúsinum, Vinnuframa og Filmshúsinum.

Eisini skulu øll vinnurekandi fyrihalda sær til fleiri ymiskar myndugleikar.

Hetta kann tað tykjast heldur fløkjaligt, men á íverkstaraportalinum er greið kunning og leinkjur til allar hesar stovnar og skipanir.

Eisini er stigvís kunning um, hvørji viðurskifti íverksetarar eiga at hava í huga í tilgongdini frá tí, at teir fáa fyrsta hugskotið og til teir hava stovnað sína fyritøku.

Í sniðgevingini er stórur dentur lagdur á at gera ein einfaldan portal. Hetta er ikki ein søluportalur, men ein amboðskassi, við skjótari og lættari atgongd til vitan og slóðir, sum íverksetarum tørva.

Amboðskassin er nú klárur at brúka, men hann er ikki fullur enn, tí her er gott pláss fyri fleiri samstarvspartar. Tað kunnu eitt nú vera kommunur ella skúlar, sum vilja bjóða íverksetarum arbeiðsumstøður, til dømis atgongd til verkstaðir, til at gera prototypur.

“Eg vil takka Íverksetarahúsinum fyri tað stóra arbeiðið, sum tit hava lagt í at menna portalin, og fyri at tit hava átikið tykkum at reka hann.

Og eg vóni, at íverksetaraportalurin fer at verða eitt hent amboð hjá íverksetarum og hjá vinnuni sum heild”. sigur Magnus Rasmussen.

Sí eisini: www.iverksetaraportalurin.fo