18.09.2020 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Nýggjur sáttmáli um at savna inn, viðgera og selja spillolju

Nýggjur sáttmáli um at savna inn, viðgera og selja spillolju

Í gjár skrivaðu Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður og Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF undir nýggjan sáttmála um at savna inn, viðgera og selja spillolju. Talan er um eina dagføring av einum sáttmála frá 2001 um somu viðurskifti. IRF savnar inn og tekur ímóti spilloilju úr øllum Føroyum og viðger og reinsar hana á Spilloljuverkinum á Hagaleiti, so hon verður endurnýtt og dálkar umhvørvið sum minst.