29.05.2019 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Posta lýst til sølu

Posta lýst til sølu

Beint fyri árslok 2018 samtykti Føroya Løgting við stórum meiriluta at veita Føroya landsstýri heimild at einskilja Posta. Hendan heimild verður nú útint.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið stendur formliga fyri søluni og hevur gjørt avtalu við SÓKN Advokatar um saman við Hammer Consulting at veita ráðgeving í sambandi við søluna.

Sambært samtykt Føroya Løgtings verður tað treyt fyri søluni, at P/f Postverk Føroya framhaldandi umsitur einkarrætt landsins og skyldu landsins til postflutning sambært løgtingslóg um postvirksemi í minsta lagi í eitt 10 ára tíðarskeið galdandi frá yvirtøkudegnum. Við í keypinum fylgir eisini rætturin at framleiða og selja frímerki í 10 ár.

Sølulýsingin er nú í føroysku bløðunum og tilboð skulu vera inni 17. juni í ár. Hareftir verða samráðingar við áhugaðar keyparar og ætlanin er at avgreiða søluna um miðjan juli í ár. Lýsingin kann eisini lesast her.

Tórshavn 29. mai 2019

Uttanríkis- og vinnumálaráðið