22.10.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Poul Michelsen hitt nýggja grønlendska uttanríkisráðharran

Poul Michelsen hitt nýggja grønlendska uttanríkisráðharran

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, hitti um vikuskiftið nýútnevndu grønlendsku landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Ane Lone Bagger. Bæði hava tey tikið lut á stóra altjóða ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík.

"Á uttanríkispolitiska økinum hava Grønland og Føroyar fleiri líknandi avbjóðingar, millum annað tá ið talan er um luttøku í altjóða samstørvum og felagsskapum. Summar av hesum avbjóðingum ber til at loysa í felag, men aðrar arbeiða vit við sum javnbjóðis tjóðir hvør í sínum lagi. Tí er umráðandi, at vit hava neyvt og gott samstarv við Grønland," sigur Poul Michelsen.

Grønland læt leygardagin upp sendistovu í Reykjavík. Poul Michelsen nýtti í sambandi við vitjan sína í Reykjavík høvi at vitja nýggju grønlendsku sendistovuna fyri at ynskja landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum til lukku við sendistovuni, og somuleiðis fyri at ynskja nýggja sendimanninum, Jacob Isbosethsen, blíðan í starvinum.

Føroyar hava havt sendistovu í Íslandi síðan 2007.