23.06.2017 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Poul Michelsen, landsstýrismaður, til Kina at fundast um fríhandil

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen fer á arbeiðsferð til Kina dagarnar 24.-28. juni.

Hann fer til Beijing á fund í kinverska handilsmálaráðnum, har ið fríhandil er á skránni.

Mánakvøldið verður eitt tiltak fyri innbodnum, har ið navnframi kokkurin Leif Sørensen matger burturúr føroyskum fiskavørum, og songkvinnan Tóra Vestergaard framførir føroyskar sangir við klaverundirspæli av Cæcilie Grønkjær Tagmose.

Ferðin er framhald av tilgongdini at virka fyri fríhandli millum Føroyar og Kina.