04.10.2022 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Rannvá Sólheim verður nýtt brúkaraumboð

Rannvá Sólheim verður nýtt brúkaraumboð

Rannvá loysir Rannvá av sum brúkaraumboð

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur sett Rannvá Sólheim sum nýtt brúkaraumboð. Rannvá er 51 ára gomul, er útbúgvin løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir, bæði úr vinnuni og almennu umsitingini.

Rannvá starvaðist fleiri ár hjá Føroya Tele og í Dátueftirlitinum, áðrenn hon fór í starv sum løgfrøðingur í Løgtinginum, har hon var í 10 ár. Seinastu tíðina hevur Rannvá verið løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum, og 1. november tekur hon við sum brúkaraumboð eftir Rannvá Ragnarsdóttir.