12.08.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Røða á hátíðarhaldi í sambandi við yvirtøku av sjórættinum

Røða á hátíðarhaldi í sambandi við yvirtøku av sjórættinum

Sjóvinnustýrið 12. august 2025

Háttvirda samkoma, góðu starvsfólk, samstarvsfelagar og øll, sum eru her í dag.

Fyri einum góðum ári síðani samtykti eitt einmælt løgting at yvirtaka málsøkið sjórættur. Yvirtøkan fekk virknað ólavsøkudag í ár, og tað er tí, at vit eru savnað til hesa hátíðarløtu.

Hvørt stig á kósini at taka fulla ábyrgd av okkara landi er eitt kærkomið ljóspunkt. Eitt neyðugt og mennandi stig. Og hvat er meira sjálvsagt enn, at føroyingar, umgyrdir av sjógvi og so at siga við sjógvi í æðrunum, sjálvir hava ábyrgd av øllum tí, sum hoyrir sjónum til.

Tað er hugaligt, at Løgtingið stendur saman um hesa neyðugu yvirtøku og eisini í álitinum fegnast um málið og sær stóra týdningin, málið hevur fyri Føroyar.

Yvirtøkan av sjórættinum er seinasti liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at yvirtaka alt tað, sum hoyrir sjóvinnuni til. Nú er fult lóggávuvald, útinnandi valdið og fíggjarliga ábyrgdin á føroyskum hondum.

Málsøkið hevur tætt tilknýti til onnur øki, sum eru yvirtikin, undir hesum trygd á sjónum, sjókort, loðsøki, vitaverk og sjóuppmerking. Í 2001 varð trygd á sjónum yvirtikin, í 2011 loðslóggávan, í 2020 sjókortini og í 2024 vórðu økini sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin. Og nú sjórætturin, ella sjólógirnar. Umhvørvisstovan umsitur sjókort, meðan Sjóvinnustýrið umsitur øll hini økini.

Sjóvinnustýrið er ein sera týdningarmikil og grundleggjandi stovnur í føroyska samfelagnum. Her eru sera dugnalig starvsfólk til at røkja førleikatung størv. Umframt at vera garantur fyri trygd og verju, og fyri at vit alla tíðina liva upp til altjóða og føroysk krøv á sjóvinnuøkinum, er stovnurin soleiðis eisini við til at byggja land. Teir førleikar, tit her hava, eru við at laga verjugarð bæði um okkara fólk og okkara land. Tit hava longu víst í verki hvat tit megna, og tær nýggju uppgávurnar, tit nú hava fingið, kenni eg meg sannførda um, eru tryggar í tykkara hondum.

Tað verður mett at hava stóran týdning, at lóggávan á sjórættarøkinum er í samsvari við lóggávuna í grannalondunum, londunum, sum samstarvað verður við, og teir altjóða sáttmálar, sum onnur framkomin lond hava valt at implementera.

Føroyar hava atlimaskap í altjóða felagsskapinum International Maritime Organisation (hereftir IMO), ið er felagsskapur undir Sameindu Tjóðum, og sum stendur fyri flestu altjóða sáttmálunum á økinum. Limir og atlimir í IMO verða regluliga skoðaðir av IMO. 

Til skoðanirnar verður øll lóggáva og fyrisiting av lóggávuni gjøgnumgingin. Fyri at fáa góð skoðsmál frá IMO, skal eingin ivi vera um, at kravda lóggávan er sett í gildi og, at limalandið fyrisitur lóggávuna rætt. Tað er avgerandi fyri, at Føroyar kunnu varðveita og framhaldandi fáa góð skoðsmál sum sjóvinnutjóð, at nýggir sáttmálar og broytingar í sáttmálum verða implementerað í føroyska lóggávu. Hetta fyri at Føroyar framhaldandi kunnu hava eina føroyska altjóða skipaskrá, sum er kappingarfør. Hetta havi eg fult álit á, at tit og vit í politisku skipanini megna.

Á sjórættarøkinum er, umframt altjóða samstarvið, eisini norðurlendskt samstarv, sum hevur við sær, at lóggávan í Norðurlondum á hesum økinum líkist, og Føroyar luttaka í viðkomandi samstarvi.

So samanumtikið er hetta eitt øki, sum krevur nógv, bæði altjóða og millumtjóða samstarv, umframt tað nationala.

Góðu tit øll

Bundin er bátleysur maður! 

Tað sigur gamla orðatakið, og tað er nokk enn nakað um tað, hóast tíðir skifta.

Sum smágenta minnist eg væl, hvussu vit børn javnan spældu í mølini, og tað hendi eisini meira enn so, at vit fóru okkum ein lítlan túr í onkrum árabáti ella jollu. Tað bleiv ikki tosað so nógv um trygd tá.

Um sumrarnar var eg ofta í Haraldssundi og ferðaðist hjá fastir míni. Tá var ongin byrging, so man kundi ikki koyra. Barsskor sigldi rutusigling, men tey flestu, kanska øll, høvdu sjálv bát. Vit vóru von við súkklur og at súkkla, men har norðuri dugdu tey sjálv at sigla og høvdu sjálv bát. Eg minnist enn, hvussu tað hugtók meg, hvussu væl tey dugdu. Man lærir tað, man skal. Báturin var fyri tey ikki leikutoy, men eitt lívsneyðugt amboð at flyta seg millum oyggjar. Báturin var lykilin ella lívsæðrin til samfelagið.

Báturin hevur allar dagar verið tekin um frælsi, at flyta seg og at fara nýggjar leiðir. Báturin er amboðið til at flyta okkum fram á leið, bæði so og so. Tað verið seg reint likamliga - at flyta okkum millum støð - ella persónliga í okkara egna lívsfari.

Fá fólk í heiminum munnu hava verið - og eru - so tætt knýtt at bátinum og sjónum, sum vit í Føroyum. Hjá nøkrum okkara hevur báturin verið atgongdin til hvønn annan, til umheimin, til fong, til ríkidømi, sambond, vinnu, menning og alt tað, sum krevst fyri, at vit kunnu fáa eitt gott lív. Sjálv sigli eg til arbeiðis, sum fleiri gera.

Ofta siga vit, at Føroyar eru eitt lítið land, men telja vit okkara sjóøki við, eru vit eitt stórt øki. Alt snýr seg um perspektiv. Vit kunnu siga smáar oyggjar í stórum havi – ein stórhavstjóð. Her, undir opnum himmalhválvi, sum tykist okkum markleyst mitt úti í havinum, húsast vit nú góð 55.000 havsins børn. Kanska lítil í tí stóra høpinum, men við ríkari søgu, mentan og víðskygdum og virkisfýsnum fólki. Her er tað, sum fyri okkum er størst! Her er okkara stóri heimur!

Menniskjan hevur allar dagar verið drigin at sjónum. Vit kenna tað frá søguni um, hvussu man gjøgnum rannsóknarferðir fann nýggj lond, fólk, virðismiklar vørur og tilfeingi. Og vit kenna tað frá okkara sjófólki, sum hava vunnið upp nýggjar leiðir at fiska og nýggjar hættir. Eisini okkara útróðrarmenn eiga eina stóra vitan um siglingarleiðir, rák, mið o.a. Nú seinnu árini er eisini farma- og frálandavinnan umframt ferðavinnan løgst afturat. Nýggir týdningar eru lagstir at søguni, báturin er nú eisini knýttur at frítíðarlívi og lívsgóðsku. Soleiðis skifta siðir og tíðir. Havnir – kaiir, sum vit róptu tað, eru ikki longur ein samanrenning av arbeiðsplássi og spæliplássi, og longri er millum børnini í mølini.

Sjógvurin er eisini álvari. Ein fiski- og sjófarandi tjóð sum okkara má altíð seta sær høg mál um trygd á sjónum. Og tað er eisini aðalmálið hjá Sjóvinnustýrinum at seta trygdina í hásæti, so at mannalív verða vard.

Sjógvurin savnar okkum sum tjóð. Tað er hann, ið vit eru ballað inn í. Og sjógvurin skilir okkum. Bæði so og so. At havdýpið ikki er bygt á bjálkum, hava vit so mangan sannað. Neyvan er nøkur familja í Føroyum, sum ikki hevur kent sviðan og rámandi sorgina av tí. Tað er eisini partur av okkara søgu og okkara lagnufelagsskapi. Eisini tí er hetta málsøkið so sera týdningarmikið.

Eg fari at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við hesum stóra degi. Eg ynski tykkum á Sjóvinnustýrinum hepna hond við nýggju uppgávuni. Eg vil eisini fegin takka Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen, sum løgdu lógaruppskotini fyri Tingið, dugnaligu starvsfólkunum í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum fyri at gera uppskotini, donskum myndugleikum fyri gott samstarv í felag og bæði Løgtingsins Vinnunevnd og Løgtingsins Uttanlandsnevnd fyri gott nevndararbeiði og til seinast Løgtinginum fyri at standa saman og samtykkja uppskotini og soleiðis vera við til at byggja land.

Hjartaliga til lukku og Harrans signing í týdningarmikla starvinum.