21.11.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Røða hjá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, til Íverksetaradagin 2025

Røða hjá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, til Íverksetaradagin 2025

Vælkomin til ársins íverksetaradag og takk fyri, at eg fekk høvi at seta dagin.

Ársins íverksetaradagur er ein afturvendandi fagnaður av íverksetan og nýskapan. Tað er ein dagur, sum er ognaður íverksetarum, slóðarum, og íleggjarum og ikki minst øllum stuðlunum. 

Íverksetaradagurin skal vera við til at kveikja áhugan fyri íverksetan og nýskapan og varpa ljós á viðurskifti, sum hava týdning fyri íverksetan í Føroyum. Seinnu nógvu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at betra undirstøðukervið fyri nýskapan og íverksetan. Vit hava fingið nýggjar málrættaðar skipanir, sum virka fyri ávísum vinnugreinum, sum vit vænta hava stórar menningarmøguleikar. Filmshúsið, FMX, Visit Faroe Islands og nú Mat- og tilfeingishúsið. Tað er sera gott og týdningarmikið, men hesar skipanir kunnu ikki virka til fulnar, um vit ikki eisini hava grundleggjandi skipanir sum Íverksetarahúsið, ið bjóða almenna ráðgeving og stuðul til tey, sum vilja skapa nýtt virksemi, ella ganga við nýskapandi hugskotum og ætlanum í øllum vinnugreinum.

Íverksetarar eru sera ymiskir.

         Nøkur tykjast vera fødd við huginum og førleikunum at gerast íverksetarar. Eg haldi, at fleiri av røðarunum í dag munnu teljast millum hesi.

         Onnur verða íverksetarar av tilvild. Tað kann vera tí, at tey detta um ein gyltan møguleika – ella øvugt, tí tey knappliga standa á berum, og gerast íverksetarar eins og orðatakið sigur: “Neyð lærir nakna kvinnu at spinna”.

         Og nógv verða íverksetarar, tí tey hava nakrar fakligar førleikar, eru røsk og arbeiðssom og vilja vera sín egni stjóri. Summi teirra droyma um stórar fyritøkur, og onnur vilja bara skapa sær ein góðan vinnuveg, har tey sjálv ráða yvir sínari tíð.

Men øll hava tey tørv á somu grundleggjandi førleikum, sum Íverksetarahúsið og aðrar grundleggjandi skipanir bjóða; vitan um, hvussu tú stovnar eina fyritøku, sparring um hugskotsmenning, fíggjarætlanir, atgongd til fígging, marknaðarføring o.m.a.

Hetta eru førleikar, sum kunnu lærast. Tað síggja vit á hvørjum ári til Skúla-FM. Tað birtir vón um framtíðina at síggja, hvussu góðar og væl frágingnar verkætlanirnar hjá næmingunum eru.

Førleikarnir eru eitt - dirvið at loypa út í er eitt annað. Íverksetaradagurin sigur frá báðum, og er óivað við til at tendra ein neista hjá onkrum áhoyrara. Tað kann so væl henda, at onkur, sum er komin í dag at lýða á Rúna, Suffíu og Jaspur, ger av, at nú skal tað vera!

Eg rokni við tí. Í hvussu er koma vit, so skjótt sum eg eri liðugur at tosa, at hoyra nakrar spennandi íverksetarasøgur.

Við hesum orðum er Íverksetaradagurin 2025 settur.

Takk fyri.