Røða í sambandi við 50 ára dagin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni
Heilsufrøðiliga starvsstovan 50 ár
Góðu tit øll á Heilsufrøðiligu starvsstovuni og góða samkoma.
Eg fari at byrja við at ynskja tykkum og okkum øllum av hjarta til lukku við degnum og senda bestu kvøður um blíðan byr. Eg fari eisini at takka tykkum so hjartaliga fyri góða vitjan fyri kortum, har eg hevði høvi til at práta við tykkum og síggja virksemið.
Tit hava nú verið til í hálva øld, og tað er ikki onki. Tað eru einir 600 mánaðir, góðir 18.000 dagar og knappir 440.000 tímar - mangar milliónir sekund. Men tað eru ikki tímarnir í tykkara tilveru, sum eru avgerandi, men alt tað stóra arbeiði, tit hava lagt eftir tykkum gjøgnum alla hesa tíðina. Javnt og samt hava tit bygt land og tað gera tit enn. 50 ár bygd av førleikum.
Tá ið man er 50, er man í bestu árum. Tá hevur man lagað grundirnar, sum alt trygt kann hvíla á. Man er á toppinum og kann njóta útsýnið. Tað útsýnið skulu tit geva tykkum stundir at njóta. Har kunnu tit skoða afturá tykkara úrslit, til dømis á matvøruøkinum, bæði hvat matvørutrygd og vinnutrygd víðvíkur.
Hvat vatni og vatngóðsku viðvíkur. Stóra arbeiðið við skipan av alivinnuni. Djóraheilsu og vælferð, almennari upplýsing og ikki minst vísindi, tí tit eru bæði granskingarstovnur og byggja á gransking.
At hava slíkan grundleggjandi myndugleikastovn í Føroyum er altavgerandi. Tað er grundarlagið undir m.a. okkara heilsu, vælferð, vinnu og menning. Her starvast ómetaliga kompetent starvsfólk og uttan tykkum hevði okkara samfelag verið munin fátækari.
Ikki bara í førleikum, men eisini búskaparliga, tí tað arbeiðið, tit gera, liggur sum grund fyri okkara útflutningi, okkara fiska- og alivirkjum, okkara matstovum o.s.fr.
Eg havi tvey nýggj dømi. Avtalurnar, sum Føroyar hava fingið við Kina og Brasilia, høvdu ikki komið upp á pláss uttan tykkum. Tit eru grundtreytin.
Øll tey, sum starvaðust her frá byrjan og hava verið við til at bygt upp, eiga eisini eitt serligt pláss í dag, og øll størv eru líka týdningarmikil, at leiða, reingerð, bókhald, gransking, laborantar o.s.fr. Øll treyta hvønn annan. Ofta eru tey fyrstu fetini tey tyngstu, tá nakað nýtt skal setast í gongd. Tað er tá ið man er komin upp á beinini, at alt verður lættari. Soleiðis lagar hvørt starvsættarlið varðar til komandi at ganga eftir. Tað er lívsins ringrás.
Tað er ikki altíð, at man veit hvar næsti varði skal lagast, men við útsýninum av toppinum og við vísindinunum sum vegvísara, verða nýggir varðar alsamt lagaðir at nøkta samfelagsligar tørvir.
At vera myndugleiki í einum landi, har fólkatalið er lítið, er ikki altíð so lætt. Tað er ikki altíð, at øll skilja ella vita, hví man ger sum man ger. Nógv kann røra við okkara aldargomlu siðir og máta at gera tingini uppá. Tað kann vera útsett starv fyri tykkum at mæla til broytingar á hesum økjum. Um eg skal hugsa aftur, so haldi eg nógv vera broytt.
Tann skepsis, sum onkuntíð hevur verið, er avloyst av virðing. Tað er stór virðing um tykkara arbeiði, bæði í fólkinum, hjá vinnu, hjá landsmyndugleikunum og í kommununum.
Fólk síggja og merkja týdningin. Koronu-kanningarnar og tíðin við krúnukríminum opnaðu veruliga eyguni hjá nógvum fyri tykkara týdningi, førleikum, arbeiðssemi og vitan. Og við tykkum vísa vit, at vit eru eitt vitanarsamfelag.
Tit byrjaðu í 1975. Hóast bara 50 ár síðani, so sá verðin nógv ørðvísi út. Ongin kvinna var vald á ting tá, ongi sjónvørp, ongar teldur og ongin fartelefonútgerð at brúka. Okkara 6. tunnil, Leynatunnilin, læt upp í 1975. Undirsjóvartunlar droymdi man neyvan um.
Tey fyrstu føroysku frímerkini komu út. Svimjifelagið Ægir bleiv sett á stovn. Flakavirkið á Tvøroyri læt upp. ST hevði lýst árið kvinnuár og íslendskar kvinnur fóru í tiltikna kvinnuverkfallið. Í Hoydølum var málstríð, tí næmingar noktaðu fyri, at uppgávurnar skuldu vera á donskum og nøkur teirra fingu tí ikki studentsprógv. Tað var ein idealistisk tíð.
Mortan Mols bleiv keyptur og fekk navnið Smyril. Tað var ein sonn begivinheit. Eg minnist enn tá ið vit fóru út á kaiina at taka ímóti. Vit vóru sannførd um, at hann aldri kundi klára at venda á fjørðinum, so stórur var hann. Hann kom inn á Vág, tí verkfall var. Mamma og eg fóru við barnavogni, tí beiggi mín var lítil, og vit keyptu okkum ís úr kioskini hjá Amy. Eg fór eisini í skúla í 1975, so hetta er í míni barnatíð.
Hetta virkar alt so langt síðani, tí samfelagsbroytingin hevur gingið við rúkandi ferð, men mitt í hasum tíðarskeiðinum blivu tit sett á stovn. Tað hevur verið bæði gløgt og víðskygt at taka slíka avgerð tá. Tað ber sanniliga boð um hugsjónarfólk, sum hava brotið upp úr nýggjum og hava dugað at sæð tydningin av vitan og fakligheit, sum grundarstein í samfelagnum at hvíla á.
Fyri nøkrum árum síðan samtyktu Sameindu Tjóðir nýggja stevnuskrá fyri burðardygga menning av heiminum. Í stuttum eru 17 mál sett heimsins londum at arbeiða eftir. Tíðin, har vit bara kundu troyta nátturuna og heimin uttan fyrilit, er farin.
Okkara ábyrgd er at liva skynsamt og við fyriliti fyri hvørjum øðrum, heiminum og náttúruni, ikki bara í dag, men eisini fyri komandi ættarlið. Hyggur man heimsmálini ígjøgnum, sæst beinanvegin, at tit á Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðvirka til at skapa ein burðardyggari og betri heim á so sera mongum økjum.
- Mál 2: Mat til øll
- Mál 3: Góð heilsa og vælvera
- Mál 6: Reint vatn og reinføri
- Mál 9: Vinna, nýskapan og undirstøðukervi
- Mál 12: Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla
- Mál 14: Lívið í havinum
- Mál 15: Lívið á landi
- Mál 17: Friður, rættvísi og sterkir stovnar.
So ella so arbeiða tit við hesum. Heilsufrøðiliga starvsstovan er, og skal vera, ein sterkur stovnur. Fakligheitin hevur alt at siga. Vit liva í eini tíð, har tað eisini er eitt antifakligt - ella antivísindaligt rák. Tí rákinum mugu vit ikki fylgja, men halda fast, tryggja og menna sterkar stovnar og harvið samfelagið – og fólkaræðið – tað er okkara verja móti stagnatión og afturgongd.
Tað finnast ymisk sløg av menniskjum. Nøkur ganga eftir varðunum ella bara millum teir, men man kann eisini brúka tilveruna upp á at laga varðarnar og avgera hvar og hvussu, teir verða lagaðir. Tað er tað stóra takið. Tí fáur flytir førning millum varðar.
Góðu tit øll. Hjartans tøkk fyri, at tit laga samfelagsvarðar og hjartaliga til lukku við stóra degnum og alla hjartans eydnu í ókomnum tíðum. Við tykkum fara vit trygt fram á leið.
Takk fyri – og hjartaliga til lukku