Røða í sambandi við handan av virðislønum Norðurlandaráðsins 2025
Góðu tit øll
Góðu Sakaris, Jón og alt tað stóra og dýrmæta toymið, sum hevur staðið saman um filmin ”Seinasta paradís á jørð”.
Vit eru barasta so errin og glað, nú vit kunnu bera tykkum tær fagrastu kvøður. Tit hava framt eitt søguligt bragd og vunnið norðurlendsku filmsvirðislønina. Hjartaliga, hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum.
Hetta er ein søtur sigur til tykkum øll, sum eru partur av filminum og í veruleikanum fyri alla føroyska filmsvinnu - og fyri okkum øll.
Føroyar hava vunnið! Fyri fyrstu ferð er føroyskur filmur við og vit vunnu!
Og Føroyar vunnu tvær virðislønir. Hjartaliga til lukku, góða Vónbjørt. Heilar tvær virðislønir. Vit eru flúgvandi. Best í Norðurlondum.
Hjartaliga til lukku øll tit mongu, sum eru tilnevnd í øllum teimum ymisku greinunum. Tit vísa øll megina í føroyskum mentanarlívi og á umhvørvisøkinum.
Vit síggja dag og dagliga, hvussu Føroyar standa seg so væl á altjóða pallinum. Øll fet út í heim menna okkum sum tjóð.
Tað er nakað um, at jú harðari stríðið, tess søtari er sigurin. Og sigurin í dag er ikki runnin upp úr turrum. Tit hava arbeitt hart og leingi og lagt lív og sál í.
Tað sæst aftur í filminum, og tað verður lønt tykkum við virðislønini. Tí er heiðurslønin eisini eitt tekin um tað dirvið og tað áræðið, sum skal til fyri at gera film í einum lutfalsliga nýggjum filmslandi, sum Føroyar er.
Mítt ynski og mín vón er, at virðislønin fer at viðvirka til at styrkja filmsumhvørvið og filmsvinnuna. Tí førleikarnar og talentini hava vit í ríkiligt mát. Og hópin av søgum at siga.
Eg hevði tann framíhjárætt at vitja tykkum í Hvalba, meðan tit tóku filmin upp 20. upptøkudag. Tað var eitt stórt upplivilsi at vera saman við tykkum og síggja, hvussu tit arbeiddu. Scenu fyri scenu, sekund fyri sekund. Klipp fyri klipp. Alt við nærlagni og onki av tilvild. At uppliva ídnið, dugnasemið og precisiónina. Tað var imponerandi.
Filmur kann nakað serligt. Filmurin knýtir nógvar listagreinar saman. Her er ljós, ljóð, upptøkufólk, og fólk sum klippa, týdningarmiklir sjónleikarar, rithøvundar at skriva handrit, málkøn, tónleikur, palllistafólk, design og alskyns førleikar, saman við fólki sum samskipa, skriva umsóknir, rinda rokningar, ringja, skriva og alt handa slag, sum skal til fyri at fáa filmin fluttan frá tanka, á løriftið og til okkum hyggjarar at uppliva og njóta.
Tað er ikki so lætt, sum tað kann tykjast frá einum tanka til ein lidnan film. Henda drúgva tilgongd mennir eisini nøkur serlig evni hjá filmsframleiðarum at samstarva og at samskapa. Og tað bæði sæst aftur og merkist. Filmur er felagsskapur og felagsskapan.
At síggja ”Seinasta paradís á jørð” vakti nakrar heilt serligar kenslur í mær. Eg sá hann ikki bara við eygunum, men upplivdi hvussu hann fór í hjartað og faktiskt setti seg í allan kroppin.
Søgan er so serliga væl søgd og ómetaliga væl spæld. Myndir og tónleikur gingu upp í eina hægri eind. Tónleikurin í filminum er framúr. Serliga væl valdur haldi eg kórsangurin Aldan var.
Tónleikurin, aldututlið og aldubrotini runnu so sera væl saman við søguni hjá øllum høvuðspersónunum, sum upplivdu sínar lívsins brotasjógvar. Eisini náttúran, vakra umhvørvið og kendu støðini søgdu mær nógv. Søguna kundi eg sera væl relatera til.
Eg havi enntá arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, og minnist eisini ræðuligu kensluna, tá ið flakavirkið í mínari heimbygd lat aftur og tann ótta, tað bar við sær. Óttan um framtíðina. Óttan um at skula fara úr heimbygdini, sum man var so góður við. Og eg minnist enn øll, sum fluttu, og ongantíð komu aftur. Minnist vónloysið.
Hetta er partur av okkara søgu, sum ongin hevur lýst sum í júst hesum filminum. Hann snýr seg um verulig menniskju og okkara lívskor. Um okkara paradís, sum so brádliga kann hvørva, tí tilverugrundarlagið í bygdini hvørvur, og um, hvussu gjarna vit vilja vera í okkara paradísi - okkara bygd - í okkara lívsverð.
Filmurin lýsir lívskor gjøgnum arbeiðaraeygu á bygd. Ein bólkur í okkara samfelag, sum vit hoyra alt ov lítið um, og sum í veruleikanum er grundarlagið undir øllum samfelagnum.
Øll menniskju hava sína lívssøgu. Høvuðspersónurin í filminum, Kári, stendur til at missa alt. Tilveran rennur burtur sum sandur millum fingrarnar. Gentan, hann er forelskaður í, ætlar at fara. Mamman er deyð. Heimið syndrast. Systurin stríðist. Pápin gevur upp. Sjálvt fiskurin hvørvur. Ja, man fær hug at rópa eftir honum við teimum tveimum fiskunum um at koma og metta Kára. Men í allari neyðini og sorgini, sum hevði læst seg fasta í tøgn millum systkini, var tað so inniliga nærverandi at síggja, hvussu systkini bæði funnu hvønn annan aftur í relatiónini.
Ein perlulýsing av tí relationella, sum faktiskt vísti júst hvat filmurin kann. Hann gevur okkum vónina og ikki minst relatiónina. Tí er tað so fantastiskt at ganga í biograf. Filmur sum hesin fremur okkara empatisku evni.
Tá ið eg sum smágenta fór í biograf hjá Jørgen hvønn leygardag, var tað als ikki í mínum hugaheimi, at vit eina ferð fóru at fáa føroyskan film. Tíbetur hava dreymarnir og førleikarnir hjá tykkum yvirhálað barnssinnið hjá smágentuni í Vági.
Nú verður fyrsta floks føroyskur filmur framleiddur í Føroyum. Og nú hevur føroyskur filmur vunnið norðurlendsku heiðurslønina og veruliga skrivað seg á heimsfilmskortið.
Hjartans tøkk øll tit mongu, sum á ymiskan hátt hava stríðst við at byggja eina føroyska filmsvinnu upp. Og hjartaliga til lukku tit øll við norðurlendsku viðurkenningini. Við hesum hava tit flutt føroyskan film í eitt nýtt spennandi tíðarskeið.
Løtuna nú mugu tit - og vit øll - njóta og sóla okkum í stjørnunum.
Hjartaliga til lukku, tit gera tað so gott at búgva í Føroyum, og 2025 er eitt serliga gott ár.
Takk fyri