14.06.2021 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Sáttmálin um nýggja Sjóvinnustýrið undirskrivaður

Sáttmálin um nýggja Sjóvinnustýrið undirskrivaður

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, flutti fram stutta røðu við hátíðarløtu á Fiskastykkinum í Sandavági, tá ið sáttmálin um nýggjan umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið varð undirskrivaður fyrrapartin.

Leingi er tað, ið væl skal vera. Sjóvinnustýrið hevur í mong ár stríðst við hølistrupulleikum, fyrst í Vágum, har stovnurin hevur heimstað, og síðani í Havn, har Sjóvinnustýrið hevur havt tríggjar ymsar adressur.

Tað er tí ein stór løta, nú sáttmálin um bygging av umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið skal undirskrivast, og longu um hálvtannað ár kann Sjóvinnustýrið loksins aftur flyta vestur í Vágar. Hesaferð verður tað ikki nøkur fyribils loysn. Tvørturímóti fær stovnurin endiliga tryggar karmar um virksemið í spildurnýggjum vøkrum bygningi, sum verður bygdur til endamálið. Zeta arkitektar hava teknað stásiliga bygningin, sum minnir um eitt skip, sum stolt stevnir ímóti tær, tá ið tú nærkast. Búsetur stendur fyri byggingini í samstarvi við LM-Electric, Spenn og PB Consult.

Eg vænti og vóni, at øll, starvsfólkini, viðskiftafólkini og bygdafólkini fara at frøast um nýggja heimið hjá Sjóvinnustýrinum, segði Helgi Abrahamsen millum annað.