07.03.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Sendifólkaskifti í Brússel

Sendifólkaskifti í Brússel

Elisabeth F. Rasmussen er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Evropasamveldið. Hon tekur við hálvan apríl, tá ið hon avloysir Elin Mortensen, ið hevur verið sendikvinna í Brússel síðani 2018.

Elisabeth F. Rasmussen er 36 ára gomul, útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet. Hon hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 2015. Seinastu 5 árini hevur hon havt ábyrgdina av ES- og handilsmálum, og hevur m.a. leitt samráðingar við ES og Bretland á handilsøkinum. Harumframt hevur hon starvsroyndir í øðrum pørtum av føroysku fyrisitingini, umframt donsku fyrisitingini.